Tíðindi

20. mai 2021

Lærarastørv í fólkaskúlanum

Í fólkaskúlanum verða bæði føst lærarastørv og tíðaravmarkað lærarastørv leys at søkja til næsta skúlaár. Føstu størvini og tíðaravmarkaðu størvini fyri 1 heilt skúlaár, verða sett frá 1. august 2021. Tíðaravmarkað lærarastarv verður sett fyri eitt skúlaár ella styttri, og eru tíðaravmarkað lærarastørv leys at søkja í flestu skúlum, meðan føst lærarastørv verða sett í hesum skúlum:

 

                                                         

                                                         

Fuglafjarðar skúli, www.ffs.fo                                                              1 lærarastarv

 

Hoyvíkar skúli, www.hoy.fo                                                                 3 lærarastørv                                 

 

Kollafjarðar skúli, www.kol.fo                                                              1 lærarastarv

 

Kvívíkar skúli, www.kvivikarskuli.fo                                                  1 lærarastarv

 

Runavíkar Kommunuskúli, www.rks.fo                                              2 lærarastørv  

 

Skopunar skúli, www.sandoyggin.fo                                                   1 lærarastarv  

 

Skúlin á Argjahamri, www.sah.fo                                                        1 lærarastarv

 

Skúlin á Fløtum, www.saf.fo                                                                5 lærarastørv

 

Skúlin í Eysturkommunu www.skeyk.fo                                            2 lærarastørv

                                                         

Skúlin við Løgmannabreyt  www.svl.fo                                              2 lærarastarv

 

Stranda skúli www.strandaskuli.fo                                                      2 lærarastørv

 

Vágs skúli www.vagsskuli.fo                                                                2 lærarastørv frá 1/9-2021

 

Vestmanna skúli www.vestmannaskuli.fo                                         1 lærarastarv

                                                        

Tað er skúlastjórin í einstaka skúlanum, sum setur bæði fast og tíðaravmarkað lærarastarv. Størvini verða lýst leys á heimasíðunum hjá skúlunum, sum tygum finna á heimasíðuni hjá Undirvísingarstýrinum, www.uvs.fo, undir fólkaskúlanum. Nærri lýsing av størvunum og umsóknarfreist er at síggja á heimasíðunum hjá skúlunum.

 

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið og verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum sett/settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

 

Um tygum ynskja fleiri upplýsingar um størvini, verður heitt á tygum um at seta tygum í samband við leiðslu skúlans.

 

 

 

Undirvísingarstýrið, 20/5-2021


07. september 2021
Markleys útbúgving
20. august 2021
Fyrstilærari til Sands skúla
16. juli 2021
Summarfrí frá 19. juli til 8. august 2021
08. juli 2021
Leiðslustørv í fólkaskúlanum
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.