Tíðindi

18. juni 2019

Lærarastørv í Fólkaskúlanum

Í fólkaskúlanum verða bæði føst lærarastørv og tíðaravmarkað lærarastørv leys at søkja til næsta skúlaár. Størvini verða sett frá 1. august 2019. Tíðaravmarkað lærarastarv verður sett fyri eitt skúlaár ella styttri, og eru tíðaravmarkað lærarastørv leys at søkja í flestu skúlum, meðan føst lærarastørv verða sett í hesum skúlum:

á Skúlatrøð
7 lærarastørv
www.skulatrod.fo

Eiðis skúli
2 lærarastørv
www.eidisskuli.fo

Eysturskúlin
4 lærarastørv
www.eysturskúlin.fo

Fuglafjarðar skúli
2 lærarastørv
www.ffs.fo  

Hoyvíkar skúli
3 lærarastørv
www.hoy.fo

Kollafjarðar skúli
2 lærarastørv
www.kol.fo

Kvívíkar skúli
1 lærarastarv
www.kvivikarskuli.fo

Sankta Frans skúli
1 lærarastarv
www.sfs.fo

Skúlin á Argjahamri
3 lærarastørv
www.sah.fo

Skúlin á Fløtum
4 lærarastørv
www.saf.fo

Skúlin í Eysturkommunu
2 lærarastørv
www.skeyk.fo

Skúlin við Løgmannabreyt
3 lærarastørv
www.svl.fo

Stranda skúli
2 lærarastørv
www.strandaskuli.fo

Sørvágs skúli
1 lærarastarv
www.sorvagsskuli.fo

Tofta skúli
2 lærarastørv
www.toftaskuli.fo

Tvøroyrar skúli
1 lærarastarv frá 1/9-2019
www.tvoroyrarskuli.fo 

Vágs skúli
1 lærarastarv
www.vagsskuli.fo

Vestmanna skúli
2 lærarastørv
www.vestmannaskuli.fo

Tað er skúlastjórin í einstaka skúlanum, sum setur bæði fast og tíðaravmarkað lærarastarv. Størvini verða lýst leys á heimasíðunum hjá skúlunum, sum tygum finna á heimasíðuni hjá Undirvísingarstýrinum, www.undirvising.fo, undir fólkaskúlanum. Nærri lýsing av størvunum og umsóknarfreist er at síggja á heimasíðunum hjá skúlunum.

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið og verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum sett/settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Um tygum ynskja fleiri upplýsingar um størvini, verður heitt á tygum um at seta tygum í samband við leiðslu skúlans.


02. apríl 2024
Ráðstevna um Nordplus í Føroyum
26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Nólsoyar skúla
26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Sumbiar skúla
18. mars 2024
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.