Tíðindi
02. juli 2019
Studni flytir inn á Hoyvíksveg 72
Hósdagin 4. juli letur Studni upp við Hoyvíksveg 72. Studni hevur seinastu árini hildið til niðri við Havnará. Í sambandi við tær bygnaðarbroytingar, sum í løtuni eru í Mentamálaráðnum, verða teir stovnar, sum fyrisita undirvísing, savnaðir í Undirvísingarstýrinum.
Undirvísingarstýrið er ein eind undir Mentamálaráðnum, sum burturav tekur sær av rakstrarliga partinum av skúlaverkinum. Nú Studni eisini er flutt inn, eru Undirvísingarstýrið, Yrkisdepilin, Studni, Musikkskúlaskipanin, Nám og Próvstovan savnaði í sama bygningi.
Á Studna eru sjey starvsfólk. Tey umsita stuðulsveitingar til lesandi og hava yvir 8.000 virkin mál. Árliga varða útgoldnar yvir 120 milliónir í studningi og lestrarlánum.

04. desember 2019
UCAS vegleiðing

25. november 2019
Nærum 2000 fingu stuðul frá Studna til hægri lestur í fjør

20. november 2019
Kunning um NORDPLUS

04. november 2019