Búmerki

Undirvísingarstýrið er ein fyrisitingarlig eind undir Mentamálaráðnum. Búmerkið ímyndar ein álítandi og tryggan vitanarstovn. Blái liturin umboðar álit, vitan og tryggleika. Búmerkið vísir, at Undirvísingarstýrið er sett saman av fleiri pørtum. Búmerkið javnvigar á miðjuni, vísir á opinleika fyri breiddini og samstarv innan undirvísingarverkið.

Skapið er sprottið frá fyrsta stavinum U, ið er umskapað til eina bók og ein píl. Siðbundna bókin er framvegis týdningarmikil í bæði fólkaskúla, miðnámsskúla, musikkskúla og yrkisútbúgvingum. Bókin umboðar kjarnuna, ið er lærdómur og vitan. Somuleiðis er skapið ein pílur, sum ímyndar leiklutin hjá Undirvísingarstýrinum, ið skal halda og seta eina greiða kós.

Eisini kunna tveir ferningar síggjast, ið leggja grundstøði og byggja á hvørt annað, eins og grundhugsanin í undirvísing (progressión).

Skapið er eisini eitt blátt skjøldur, og er hetta skap eyðkent hjá Mentamálaráðnum. Búmerkið hjá Undirvísingarstýrinum virðir og vísir tískil til samleika Mentamálaráðsins.

Heinta búmerki

Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.