Náttúrubreyt
Útbúgvingargongd/ lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Freist at søkja: 15.mars
Staður: Glasir Tórshavn, Miðnám á Kambsdali og Miðnám í Suðuroy
Bókastuðul: Ja
Lestrarstuðul: Ja
Lestrarlán: Ja
Á náttúrubreytini verður dentur lagdur á náttúruvísindalig evni. Eisini verður dent-ur lagdur á almennandi evni so sum skapandi lærugreinar og mállæru-greinar.
Undirvísingin á náttúrubreytini er nakað øðrvísi enn hon, tú kennir frá fólka-skúlanum. Nógv vanlig floksundirvísing er, men bólka- og verkætlanararbeiði er eisini partur av gerandisdegnum. Á náttúrurbreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.
Námsferðir, vitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina
eru vanlig.
Undirvísingin er á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, Glasi og Miðnámi á Kambsdali.
Felags- og breytarlærugreinar
• Føroyskt A
• Søga A
• Alisfrøði B
• Enskt B
• Støddfrøði B
• Evnafrøði C
• ítróttur og heilsa C
• Landafrøði C
• Lívfrøði C
• Religión C
• Samfelagsfrøði C
Vallærugreinar
Á náttúrubreytini skal næmingurin velja nakrar vallærugreinar. Tá hesar verða valdar, eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samlaða lærugreina-samanset-ingin í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini.
Ein náttúrulærugrein ella støddfrøði verður lyft frá B til A
Ein felagslærugrein, breytarlærugrein ella tónleikur verður lyft frá B til A, ella danskt A
Evnafrøði ella lívfrøði verður lyft frá C til B
Ein lærugrein verður lyft frá C til B. Talan kann vera um eina felagslærugrein, breytarlærugrein, listalærugrein ella mállærugrein
Ein listalærugrein verður vald á C--stigi
Allir næmingar sum byrja á Glasir, skulu, umframt breyt, eisini velja eina lestrarleið.
Framtíðarmøguleikar
Við einum prógvi frá náttúrubreytini kanst tú søkja inn á allar hægri framhalds-útbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum.
Við einum prógvi frá náttúrubreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at
søkja inn á tær náttúruvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.