Búskaparbreyt
Útbúgvingargongd/ lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Freist at søkja: 15.mars
Staður: Glasir Tórshavn, Miðnám á Kambsdali og Miðnám í Suðuroy
Bókastuðul: Ja
Lestrarstuðul: Ja
Lestrarlán: Ja
Á búskaparbreytini verður dentur lagdur á búskaparlig- og samfelagslig evni innan eitt nú roknskap, marknaðarføring og samfelagsbúskap. Eisini verður dentur lagdur á mál og altjóða viðurskifti.
Undirvísingin á búskaparbreytini er nakað øðrvísi enn hon, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nakað er sjálvandi vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeiði er eisini partur av gerandisdegnum. Í hesum fært tú møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.
Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig.
Felags- og breytarlærugreinar
• Enskt B
• Føroyskt A
• Altjóða búskapur B
• Søga B
• Sølubúskapur B
• Virkisbúskapur B
• ítróttur og heilsa C
• Samfelagsfrøði C
• Støddfrøði C
• Vinnulívsrættur C
Vallærugreinar
Á búskaparbreytini skalt tú velja nakrar vallærugreinar. Tá hesar verða valdar, eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini. Tú skalt velja í minsta lagi trý A stig og eitt B-stig. Av A-stigunum skal minst eitt vera búskaparligt. T.v.s. antin virkis-, sølu- ella altjóða búskapur.
Allir næmingar sum byrja á Glasir, skulu, umframt breyt, eisini velja eina lestrarleið. Kunna teg nærri um leiðirnar á Glasir her: https://www.glasir.fo/vel-breyt-2022/
Framtíðarmøguleikar
Búskaparbreytin gevur tær møguleika at søkja um upptøku á øllum hægri læru-stovnum. Tær lærugreinar og tey lærugreinastig, tú velur, kunnu ávirka tínar møguleikar at koma beinleiðis inn á einstakar útbúgvingar. Tí er umráðandi at kunna teg um hesi viðurskifti, áðrenn tú velur vallærugreinar og lærugreinastig.
Útbúgvingin hevur sum mál at fyrireika teg til hægri lestur á handilsháskúla, universiteti og aðrar framhaldsútbúgvingar. Útbúgvingin er eisini góð barlast, um tú ætlar í læru í t.d. skrivstovu, í handli ella í banka.