Útbúgvingar

Maritimar útbúgvingar í Føroyum

Maritimar útbúgvingar eru førleikagevandi útbúgvingar, sum liggja millum fólkaskúla og hægri útbúgvingar. Útbúgvingarnar og skeiðini eru skipaði sambært altjóða krøvum og hava altjóða IMO-góðkenning. Tríggir almennir stovnar veita maritimar útbúgvingar og skeið. Nærri frágreiðingar um útbúgvingarnar og skeiðini eru at finna á heimasíðum stovnsins.

Vinnuháskúlin

  • Skipsførari
  • Maskinmeistari
  • Skipari
  • Maskinistur
  • Øll kravd skeið

Sjónám

  • Skipari
  • Grundskeið og endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara
  • Skeið til sjó- og frálandavinnuna v.m.
     

Stuttar framhaldsútbúgvingar og parttíðarútbúgvingar

Stuttar framhaldsútbúgvingar og parttíðarútbúgvingar hava sum yvirskipað endamál at geva lesandi fakligan førleika til ávís yrki. Útbúgvingarnar verða bodnar út á Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla.

Stuttar framhaldsútbúgvingar

Møguleiki er at lesa stutta framhaldsútbúgving í kunningartøkni, byggitøkni og framleiðslutøkni. Hesar útbúgvingar, sum vanliga taka millum 2 og 2½ ár, geva møguleika fyri framhaldi á bachelorstigi. Treytin fyri at verða tikin inn á eina stutta framhaldsútbúgving er lokin miðnámsútbúgving.

Parttíðarútbúgvingar

Somuleiðis er møguleiki at lesa parttíðarútbúgvingar í búskapi, marknaðarførslu og leiðslu á akademi- og diplomstøði. Parttíðarútbúgvingarnar taka millum 2½ og 4 ár, og geva tær møgleika fyri framhaldandi útbúgving. Akademistigið gevur møguleika at lesa framhald á diplomstigi og diplomstigið gevur møguleika til framhaldi á masterstigi. Í ávísum førum geva parttíðarútbúgvingarnar eisini møguleika til at halda fram á bachelorstigi og/ella kandidatstigi. Upptøkutreytirnar til parttíðarútbúgvingarnar eru treytaðar av, hvat fyri slag av útbúgving talan er um, og á hvørjum stigi útbúgvingin er.

Nærri fæst at vita um útbúgvingarnar við at venda sær til skúlan.

Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.