Skúlastýrið

Skúlastýrið

Í fólkaskúlalógini § 50-53 verður greitt frá skipanini við skúlastýrum:

§ 50. Eitt skúlastýri skal verða valt til hvønn sjálvstøðugan skúla í kommununi.

Stk. 2. Í skúlum, sum í minsta lagi hava 20 næmingar og 2 lærarar smb. § 55 stk. 1 eru limir tess:

1) kommunustýrisumboð og 2 persónlig varaumboð, sum taka sæti í skúlastýrinum, tá ið kommunuumboði berst frá. Kommunustýrið velur umboð og varaumboð á fundinum, har nývalda kommunustýrið skipar seg.
2) 3 foreldraumboð, ið skulu verða vald millum teirra, ið hava foreldramyndugleikan yvir teimum børnum, sum eru skrivað inn í skúlan.
3) Skúlaleiðarin.
4) 1 umboð fyri lærararnar og hini samstarvsfólkini, ið skulu verða vald av samstarvsfólkum skúlans.

Stk. 3. Í skúlum, ið hava færri enn 20 næmingar og bert ein lærara, eru limir tess skúlaleiðarin, tvey foreldraumboð, eitt komunustýrisumboð og eitt varaumboð, sum tekur sæti í skúlastýrinum, tá ið kommunustýrisumboðnum berst frá. Kommunustýrið velur umboð og varaumboð á fundinum, har nývalda komunustýrið skipar seg.

Stk. 4. Avgerðir í skúlastýrinum verða tiknar við atkvøðugreiðslu. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.

Stk. 5. Skúlaleiðarin hevur ikki atkvøðurætt

Stk. 6. Formaðurin í skúlastýrinum skal verða valdur ímillum foreldraumboðini.

Stk. 7. Leiðari skúlans er skrivari í stýrinum.

Stk. 8. Valskeiðið hjá foreldraumboðunum er valskeiðið hjá kommunustýrinum, og verða tey vald á hvørjum kommunuvali ella í sambandi við hvørt kommunuval. Valskeiðið hjá kommunuvaldu limunum er valskeiðið hjá kommunustýrinum, og verða teir valdir aftan á hvørt kommunuval. Valskeiðið hjá lærarum og samstarvsfólki er 1 ár. Tey fólk, sum eru sett í starv í skúlanum, kunnu ikki vera foreldravaldir limir í skúlastýrinum.

Stk. 9 . Í teimum kommunum, har undirvísing skúlans fer fram í skúlaeindum, sum hølisliga eru spjaddar í skúlaøkinum, eiga foreldraumboðini, har tað er gjørligt, at verða vald soleiðis, at í minsta lagi 1 foreldraumboð verður valt fyri hvørja skúlaeind.

§ 51. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um val av foreldraumboðum í skúlastýrið og val av umboðum fyri kommunustýrið í skúlastýrið í felagsskúlum.

Stk. 2. Landsstýrismanninum er heimilað at taka avgerðir í øllum ivamálum viðvíkjandi skúlastýrum og virksemi teirra.

Stk. 3. Har fleiri skúlar eru í somu kommunu, eru kommunustýrisumboðini umboð í øllum skúlastýrunum. Eru fleiri enn 2 skúlar í kommununi, kann kommunustýrið velja 2 umboð aftrat fyri hvørjar 2 skúlar, sum eru í kommununi.

Stk. 4. Foreldraumboðið missir sítt valbæri, tá ið barnið er útskrivað úr fólkaskúlanum smb. § 44, 2. stk. Foreldraumboðið kann krevja at sleppa frá at vera skúlastýrislimur ella foreldraumboðslimur, um barnið verður útskrivað úr fólkaskúlanum.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann, um tað av serligum orsøkum ikki eydnast at manna eitt skúlastýri, í samráð við skúlamyndugleikarnar á staðnum, velja umboð í stýrið. Hesi kunnu verða vald, hóast tey ikki hava valbæri sbrt. reglunum í § 50." Stk. 5 verður hereftir stk. 6.

Stk. 6. Kommunustýrið kann veita umboðunum fundarpening, flutningsendurgjald o.a. eftir galdandi reglum hesum viðvíkjandi.

§ 52. Skúlastýrið hevur eftirlit við virksemi skúlans og tekur avgerð um øll viðurskifti skúlanum viðvíkjandi, ið ikki eru løgd undir kommunustýrið, smb. §§ 47 og 48, leiðara skúlans, smb. § 55, ella aðrar myndugleikar.

Stk. 2. Skúlastýrið skal ummæla árligu fíggjarætlanina fyri viðkomandi skúla og leggja øll tey mál fyri kommunustýrið til góðkenningar, ið bera fleiri útreiðslur við sær, enn ásett er í fíggjarætlanini, smb. § 47, 4. stk.

Stk. 3. Skúlastýrið viðger saman við kommunustýrinum uppskot um skúla-bygging/-umbygging, smb. § 47, 5. stk. Í teimum kommunum, ið hava tvey ella fleiri skúlastýri, velur kommunustýrið ein arbeiðsbólk at viðgera uppskot um skúlabygging/umbygging, smb. § 57, 4. stk.

Stk. 4. Skúlastýrið viðger saman við kommunustýrinum uppskot um skúlabygnað kommununnar og broytingar í honum, sbr. § 32, stk. 1. Í teimum kommunum, ið hava tvey ella fleiri skúlastýri, velur kommunustýrið ein arbeiðsbólk, umboðandi øll skúlastýrini, at viðgera uppskot um skúlabygnað, sbr. § 47, stk. 6.

§ 53. Skúlastýrið ásetur meginreglurnar um virksemi skúlans, smb. § 55, 4. stk., herímillum um:

1) undirvísingarætlan skúlans, smb. § 22,
2) arbeiðsbýtið millum lærararnar og vikuætlanina
3) samarbeiðið ímillum skúla og heim,
4) fráboðan til heimini um úrtøku næminganna av undirvísingini,
5) næmingafráverur,
6) foreldrafundir, felagstiltøk fyri næmingarnar í skúlatíðini, setursskúla, starvspraktikk o.a.

Stk. 2. Skúlastýrið skal ummæla øll mál viðvíkjandi skúlanum, sum kommunustýrið tekur avgerð um.

Stk. 3. Skúlastýrið hevur rætt at ummæla øll mál, ið viðvíkja viðkomandi skúla í kommununi. Skúlastýrið gevur ummæli í øllum málum, sum kommunustýrið ella landsstýrismaðurin leggur fyri tað.

Stk. 4. Skúlastýrið góðkennir eftir tilmæli frá námsfrøðiliga ráðnum teir undirvísingarmiðlar, skúlin skal brúka, herímillum eisini teir, ið skulu vera í skúlabókasavninum.

Stk. 5. Skúlastýrið ger við støði í ásettum reglum, smb. § 60, atferðarreglur skúlans og reglur um umsjónina við næmingunum í skúlatíðini.

Stk. 6. Samstarv eigur at vera ímillum skúlastýrini sínámillum um at stimbra og menna skúlaskapin í økinum.

Leinki til fólkaskúlalógina

Kunngerð um at velja foreldraumboð í skúlastýri

Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.