Vinnuskúlar

Vinnuháskúlin

350 250
info@vh.fo
vh.fo

Stjóri: Símun Poulsen

Sjónám

66 58 88

sjonam.fo

sjonam@sjonam.fo 

Stjóri: Rúni Heinesen

Leiðari: Brandur H. í Funningsstovu

Heilsuskúlin

heilsuskulin.fo

hsf@husarhaldsskulin.fo 

Tel 61 42 10

Stjóri: Vivie Davidsen

Hægri nám

Tel 616600

glasir.fo/tag/haegri-nam

post@glasir.fo 

Stjóri: Una Joensen

Dekanur fyri Hægri Nám: Finn Jensen

Húsarhaldsskúli Føroya

Tel 45 69 74

husarhaldsskulin.fo

hsf@husarhaldsskulin.fo

Stjóri: Jóhanna á Tjaldrafløtti

  • Maritimar útbúgvingar eru førleikagevandi útbúgvingar, sum liggja millum fólkaskúla og hægri útbúgvingar. Útbúgvingarnar og skeiðini eru skipað sambært altjóða krøvum, hava altjóða IMO-góðkenning og lúka øll STCW krøv. Skúlarnir eru útgjørdir við allari nýmótans tøkni, so sum maskin- og navigatørsimulatorum. Trygdardepilin er partur av Vinnuháskúlanum, útgjørdur eftir galdandi krøvum, og virksemið fer fram eftir IMO góðkendari góðskustýriskipan, og skeiðini lúka krøvini í STCW-konventión og ásetingum frá føroyskum myndugleikum. Eisini verða skeið hildin í grundleggjandi eldsløkking, fyri starvfólki á virkjum og stovnum, ella einstaklingum. Nærri frágreiðingar um maritimu útbúgvingarnar og skeiðini eru at finna á heimasíðuni hjá Vinnuháskúlanum og Sjónám.
  • Heilsuskúlin bjóðar út útbúgvingar sum heilsuhjálpari (HHJ), heilsurøktari (HRØ) og námsfrøðihjálpari.
    • Á HHJ lærir tú um røkt, umsorgan og stuðul til dagligt virksemi við støði í lívssøgu borgarans. Eftir lokna útbúgving kanst tú starvast í heimatænastuni, á ellis- og røktarheimum og í eldrasambýlum runt landið. Heilsuhjálparaútbúgvingin gevur atgongd til heilsurøktaraútbúgvingina.
    • Á HRØ lærir tú um likamliga og sálarliga sjúkrarøkt, umsorgan við endurmenning, heilsufremjan og sjúkufyribyrging sum endamál. Tú arbeiðir á sjúkrahúsi, ellisheimi, sambýli ella á øðrum heilsufakligum øki.
    • Á námsfrøðihjálpara lærir tú at arbeiða sjálvstøðugt við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum. Arbeið innan dagstovna-, skúla- og almannaøkið við mennandi og stimbrandi virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.
  • Hægri Nám kemur undir stuttar framhaldsútbúgvingar og parttíðarútbúgvingar, sum hava sum yvirskipað endamál at geva lesandi fakligan førleika til ávís yrki. Útbúgvingarnar verða bodnar út á Glasir. Møguleiki er at lesa stutta framhaldsútbúgving í kunningartøkni, byggitøkni og framleiðslutøkni. Hesar útbúgvingar, sum vanliga taka millum 2 og 2½ ár, geva møguleika fyri framhaldi á bachelorstigi. Treytin fyri at verða tikin inn á eina stutta framhaldsútbúgving er lokin miðnámsútbúgving. Somuleiðis er møguleiki at lesa parttíðarútbúgvingar í búskapi, marknaðarførslu og leiðslu á akademi- og diplomstøði. Parttíðarútbúgvingarnar taka millum 2½ og 4 ár, og geva tær møgleika fyri framhaldandi útbúgving. Akademistigið gevur møguleika at lesa framhald á diplomstigi og diplomstigið gevur møguleika til framhaldi á masterstigi. Í ávísum førum geva parttíðarútbúgvingarnar eisini møguleika til at halda fram á bachelorstigi og/ella kandidatstigi. Upptøkutreytirnar til parttíðarútbúgvingarnar eru treytaðar av, hvat fyri slag av útbúgving talan er um, og á hvørjum stigi útbúgvingin er.
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.