Yrkisútbúgvingar

Yrkisútbúgvingar

Yrkisútbúgvingar hava sum yvirskipað endamál at geva næmingum fakligan førleika til ávís yrki. Ein yrkisútbúgving tekur vanliga umleið 4 ár, fevnir um bæði skúlagongd (millum 1 og 1 ½ ár) og verkliga læru á einum læruplássi (millum 2 ½ og 3 ár) og krevur, at lærusáttmáli er gjørdur millum lærling og lærupláss. Yrkisútbúgvingar verða flokkaðar í 9 øki:

  • Byggiyrkið
  • El- og samskiftisyrkið
  • Flutningsyrkið
  • Grafiska yrki og miðlayrkið
  • Handils- og skrivstovuyrkið
  • Heilsuútbúgvingar
  • Matvøruyrkið
  • Tænastu- og tilvirkisyrkið

Sum støði undir yrkisútbúgving kann næmingur byrja við einum støðisári. Støðistbúgvingin kann eisini enda við sjálvstøðugum prógvi, ið gevur møguleika til framhaldandi lestur:

  • Støðisútbúgving í fyrisiting, handli og skrivstovu (FHS)
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.