Gymnasialar útbúgvingar

Gymnasialu útbúgvingarnar

Breytirnar í gymnasialu miðnámsskúlaskipanini eru 6 í tali.

Tær eru:

Gymnasialu breytaútbúgvingarnar taka 3 ár. Tó tekur fyrireikingarbreytin bert 2 ár, og er ætlað tilkomnum – 18 ár og eldri.

Hvør einstøk breyt hevur sín egna profil og verður skipað við: felagslærugreinum, breytalærugreinum og vallærugreinum. Felagslærugreinir eru kravdar lærugreinir, sama hvat breytavalið er. Breytarlærugreinir eru kravdar lærugreinir, sum eyðkenna einstøku breytirnar. Vallærugreinir eru lærugreinir, næmingurin kann velja eftir egnum áhuga, tó við serstøkum avmarkingum á einstøku breytunum. 

Lærugreinirnar eru flokkaðar í C-, B- og A-stig, har C er lægsta stig og A hægsta stig, tú kanst náa í eini miðnámsútbúgving. Av lærugreinum skalt tú á búskapar-, hug- og náttúrubreytini hava í minsta lagi 4 A-stig og 3 B-stig, á tilfeingis- og tøknibreytini skal tú hava í minsta lagi 3 A-stig og 4 B-stig, og á fyrireikingarbreytini skal tú í minsta lagi hava 2 A-stig og 3 B-stig. 

Fyrsta árið á eini gymnasialari útbúgving fylla felagslærugreinirnar nógv á tímatalvuni, 2. og 3. árið taka breytarlærugreinirnar og vallærugreinirnar so líðandi yvir. 
Felagslærugreinirnar eru: 

Føroyskt A, Enskt B, Søga C, Ítróttur og heilsa C, Samfelagsfrøði C og Støddfrøði C 

Í ávísan mun hava breytirnar røtur í teim gomlu skúlunum, soleiðis at búskaparbreytin minnir um hægri handilsskúla, hugbreytin um málsligu deild, náttúrubreytin um matematisku deild, tilfeingisbreytin um Fiskivinnuskúlan, tøknibreytin um HT-útbúgvingina og fyrireikingarbreytin um HF.

Breytaútbúgvingarnar eru javnsettar, tá ið talan er um faklig stig, og tær geva allar atgongd til hægri lestur. Prógv frá einari gymnasialari útbúgving í Føroyum gevur atgongd til stuttar útbúgvingar (1–2 ár), miðallangar útbúgvingar (2–4 ár) og langar framhaldsútbúgvingar (meira enn 4 ár), bæði í Føroyum og í útheiminum; tó við teimum avmarkingum, sum tær einstøku útbúgvingarnar seta, t.d. um ávísar lærugreinir á ávísum stigi. 

Breytirnar kunnu takast í fimm ymiskum støðum:

Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.