SSP

SSP í Føroyum

SSP er eitt tvørfakligt samstarv millum skúlaverk, sosialar myndugleikar og politi. Hetta eru stovnar og myndugleikar, sum á hvør sín hátt hava serliga ábyrgd fyri trivnaði og uppvøkstri hjá børnum og ungum.

Endamálið við SSP-samstarvinum er at savna og samskipa tað fyribyrgjandi arbeiðið og fremja felags átøk, sum kunnu fyribyrgja kriminaliteti, og sum kunnu hjálpa teimum, ið onkursvegna eru komin í eina keðiliga støðu við atliti til harðskap, rúsevnum, lógarbrotum, óhóskandi og niðurbrótandi atburði av ymiskum slag.

Royndirnar frá okkara grannalondum vísa greitt, at við einum slíkum tvørfakligum samstarvi millum myndugleikar, verður úrslitið av tí fyribyrgjandi arbeiðinum munandi betri, og hetta kemur bæði børnunum, teimum ungu og samfelagnum sum heild til góðar.

Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.