Stakgreinalestur og sjálvlestur

Stakgreinalestur

Yrkis miðnám og gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar kunnu verða tiknar sum stakgreinalestur.
Stakgreinalesandi fylgja undirvísingini eftir somu treytum sum onnur lesandi. Undirvísingin verður fylgd í flokkum ella valbólkum, sum longu eru settir á stovn á útbúgvingarstovninum.

Fyri at verða tikin upp sum stakgreinalesandi skalt tú vera fyltur 18 ár í seinasta lagi 31. desember í tí skúlaári, undirvísingin byrjar, og lúka fakligu fortreytirnar í lærugreinunum, sum tú innskrivar teg til. Upptøka til stakgreinalestur er treytað av, at undirvíst verður í lærugreinini, og at pláss er tøkt.

Umsóknarfreistin er 15. mars. Til ber tó at senda umsókn um stakgreinalestur fram til skúlaársbyrjan í august. Umsóknarblaðið skal latast skúlanum saman við avriti av prógvi og dóps- ella navnabrævi.

Tú er vælkomin at venda tær til tann skúlan, har tú ynskir at fylgja undirvísingini, og tosa við ein lestrarvegleiðara um upptøku.

Sjálvlestur

Tað ber til sum sjálvlesandi at fyrireika seg til yrkis miðnám ella gymnasiala miðnámsskúlapróvtøku. Í hesum føri skalt tú tosa við lestrarvegleiðara á skúlanum, har tú ætlar at fara til próvtøku, m.a. fyri at verða kunnað/ur um tað fakliga innihaldið í lærugreinunum, pensumkrøv og próvtøkukrøv.

Sjálvlesandi fáa tilboð um fakliga vegleiðing, antin sum einstaklingur ella í bólki. Í lærugreinunum alisfrøði, evnafrøði, ítrótti og lívfrøði skalt tú hava fylgt starvsstovuskeiðunum í lærugreinini, sum tú ætlar tær til próvtøku í.

Innskriving til próvtøku sum sjálvlesandi fer fram í seinasta lagi 15. mars í tí skúla, tú ynskir at fara til próvtøku á.

Tú er vælkomin at venda tær til tann skúlan, har tú ynskir at fylgja undirvísingini, og tosa við ein lestrarvegleiðara.

 

Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.