Ukraina og skúli
Ukraina og skúli
Kunning um uppihaldsloyvi og at veita ukrainskum børnum undirvísing í fólkaskúlanum
Tann 10.apríl 2022 varð lógin nr. 433 um ”Fyribils uppihaldsloyvi til persónar, sum eru rikin úr Ukraina”, sett í gildi fyri Føroyar.
Tað merkir, at frá 10. apríl 2022 hava ukrainar, ið eru flýddir til Føroya, møguleika fyri at søkja um fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.
Tað er umráðandi, at lærarar og skúlaleiðslur leita sær ráð og leiðbeining, um tørvur er á tí. Til tað endamálið hava Undirvísingarstýrið, Nám, Sernám og Barna og útbúgvingarmálaráðið skipað fyri einum samstarvi, ið skal tryggja at flóttar úr Ukraina fáa so góða tænastu sum tilber.
Tað ber til at venda sær til Undirvísingarstýrið att.: Jónleif Johannesen at fáa svar og leiðbeining í spurningum, sum viðvíkja umstøðum hjá ukrainskum næmingum í føroyska skúlaverkinum.
Hann er at hitta á tlf 555062 ella teldupost: jonleif@uvs.fo
Seinast dagført 5. juni 2024
Viðkomandi heimasíður eru:
Ukrainsk børn, sum koma til Føroya, hava undirvísingarskyldu sambært § 40 í fólkaskúlalógini og fáa samstundis rættindi til tær tænastur, sum fólkaskúlaskipanin kann veita, millum annað til sernámsfrøðilig tilboð og til undirvísing í føroyskum sum annaðmál.
Virkað verður fyri, at tað skal ganga stutt tíð, frá tí at søkt verður um uppihaldsloyvi, og til umsóknin er avgreidd. Tá ið børn í undirvísingarskyldugum aldri hava fingið uppihaldsloyvi, so skal fólkaskúlatilboð standa teimum í boði so skjótt sum til ber.
Skúlin kann tó taka ímóti næmingum, áðrenn teir hava fingið uppihaldsloyvi, um útlit eru fyri, at næmingarnir verða verandi her í longri tíðarskeið. Eisini í teimum førum, har tað gongur ov long tíð, til barnið hevur fingið uppihaldsloyvi, tá eigur barnið at hava rætt til at koma í skúla.
Undirvísingin í føroyskum sum annaðmál verður skipað sambært kunngerð nr. 144 frá 6. okt. 2020 um undirvísing í føroyskum sum annaðmál, har málið er, at næmingar í fólkaskúlaaldri, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, skulu ogna sær førleika at tosa, lesa og skriva føroyskt. Undirvísing í mentan og samfelagsviðurskiftum skulu verða partur av undirvísingini í føroyskum sum annaðmál.
Sambært kunngerðini er møguleiki at skipa móttøkuflokk eins og at seta onnur tiltøk í verk, sum tryggja næmingum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál eitt munagott undirvísingartilboð, sum er lagað til teirra tørv og førleika og við denti á at fremja eina góða integratión. Tað er sannlíkt, at undirvísingin hjá ukrainskum næmingunum í vissan mun verður skipað í móttøkuflokkum fyrstu tíðina, serliga í teimum kommunum, har fleiri ukrainskir næmingar búgva. Eisini er møguligt bæði hjá skúlum og kommununum at samstarva um móttøkuflokk.
Næmingar verða skrivaðir inn í fólkaskúlan í tí kommunu, har teir búgva, og tí er umráðandi, at samstarv er millum skúlan, har næmingurin er innskrivaður og móttøkuflokkin, so at næmingarnir, so skjótt sum til ber, kunnu verða integreraðir í felagsskapin í tí flokkinum, har teir skulu ganga.
Tað er umráðandi at skipa so fyri, at skúlin saman við møguligum móttøkuflokki stuðlar undir eina væl skipaða integratión og móttøku, og at næmingarnir umframt undirvísing fáa sálarfrøðiliga hjálp, kunning um luttøku í frítíðarmøguleikum og um føroyska samfelagið.
Skeiðini fyri vaksnar tilflytarar, ið vilja læra føroyskt, eru skipaði sambært § 15, stk. 2 í Løgtingslóg nr. 70 v.m. Undirvísingin verður skipað sum serstøk frítíðarundirvísing sambært kap. 3 og 7 í lógini og § 5 í rundskrivi nr. 1 um serundirvísing vasknamanna.
Vaksnir tilflytarar kunnu fylgja skeiði og nema sær ókeypis málundirvísing, sum fylgir námsætlanini í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin, og sum endar við stig- ella støðuroynd. Talan er um long FSA-skeið, ið taka 1-3 ár. Skeiðini eru staðsett í 4 støðum í landinum: FSA Kambsdalur, FSA Suðuroy, FSA Vágur og Kvøldskúlin í Havn. Tað eru kommunurnar, ið samskipa undirvísingina í samstarvi við Barna- og útbúgvingarmálaráðið.
Kommunur landsins bjóða eisini stutt ókeypis kvøldskúlaskeið í føroyskum út fyri útlendingar. Hesi skeið eru kring alt landið og verða skipað sum styttri skeið, ið kunnu enda við eini visitatión til føroyskt sum annaðmál.
Flóttar hava eisini atgongd til skeiðini Føroyskt sum annaðmál fyri vaksin og Føroyskt fyri útlendingar, alt eftir hvar í landinum, tey búgva. Á Kvøldskúlanum í Havn er tulkur knýttur at undirvísingini.
Undirvísingarstýrið fer at hava dagligu ábyrgdina saman við skúlunum at seta í verk tiltøk, sum gera tað møguligt at skipa eina væleydnaða móttøku, undirvísing og inklusjón. Undirvísingarstýrið fer eisini at ráðgeva viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál og at skipa móttøkuflokkar.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur evstu ábyrgd av teimum yvirskipaðu avgerðunum, sum verða tiknar og settar í verk og fer at fylgja við gongdini.
Undirvísingarstýrið og Barna- og útbúgvingarmálaráðið fara at veita skúlum regluliga kunning um fyriskipanir, og hvussu vit í felag tryggja ukrainsku børnunum ein góða skúlagongd og eina væl skipaðaða integratión. Eisini verður kunnað um, hvussu búsetingin verður skipað, og hvar móttøkuflokkar verða stovnaðir.
Mælt verður til, at skúlaleiðslur og onnur dagliga kunna seg um ta kunning, sum framhaldandi fer at verða løgd út á heimasíðurnar hjá BUMR og UVS og á stevnuna BUMR-kunning.
Tað eru fleiri partar, sum eru virkin innan øki sum til dømis Reyði Krossur, ÍSF og FUR og aðrir felagsskapir og samkomur, sum skipa fyri, og hava sett arbeiði í verk, sum tænir sama endamáli.
Frítíðarfelagsskapir fyrireika seg til at møta ukrainskum børnum og ungum, og tað verður mett umráðandi, at skúlar og kommunur stuðla undir at skapa samband við frítiðarfelagsskapir, sum kunnu vera við til at tryggja eina góða móttøku og eina væl eydnaða integratión.
Á heimasíðuni snar.fo ber til at finna undirvísingartilfar á m.a. ukrainskum máli. Finn tilfarið her.
Nám miðar eftir, at hesin partur verður mentur, soleiðis, at tað innan stutta tíð ber til at finna góð ráð, undirvísingartilfar eins og upplýsingar um viðkomandi skeiðsvirksemi í sambandi við móttøku av ukrainskum næmingum í fólkaskúlanum.
Í skrivandi stund skipar Nám arbeiðið soleiðis, at tilfar og neyðug kunning til lærarar og skúlar, sum møta ukrainskum næmingum, verður vitanardeilt á Teams við teir lærarar og næmingar, sum hava tørv á tí.
Nærri verður kunnað um hetta arbeiðið, so hvørt sum tað verður ment.
Tað er umráðandi at lærarar og skúlaleiðslur leita sær ráð og leiðbeining, um tørvur er á tí. Til tað endamálið hava Undirvísingarstýrið, Nám, Sernám og Barna- og útbúgvingarmálaráðið skipað fyri einum samstarvi, ið skal tryggja at flóttar úr Ukraina fáa so góða tænastu sum tilber.
Tað ber til at venda sær til Undirvísingarstýrið att.: Clarissa Poulsen, at fáa svar og leiðbeining í spurningum, sum viðvíkja umstøðum hjá ukrainskum næmingum í føroyska skúlaverkinum.
Hon er at hitta á tlf 555058 ella teldupost: clarissap@uvs.fo