Vit

Um Undirvísingarstýrið

1.  september 2018 var Undirvísingarstýrið formliga skipað, sum fyrisitingarlig eind undir táverandi Mentamálaráðnum, nú Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum uppgávum av rakstrarligum og menningarligum slag í føroyska undirvísingarverkinum. Eisini veitir Undirvísingarstýrið skúlum, útbúgvingarstovnum og borgarum tænastur í undirvísingarhøpi, so sum vegleiðing og kt-hjálp. Undirliggjandi stovnar í undirvísingarverkinum samskifta beinleiðis við Undirvísingarstýrið.

Studni, Vegleiðingarstovan, KT-eindin og Musikkskúlaskipanin eru ein partur av Undirvísingarstýrinum. Starvsfólkini eru bólkað eftir, hvar tey starvast

 

Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.