Serbreyt

Útbúgvingargongd/ lestrartíð: 4 ár
Skúlabyrjan: August
Freist at søkja: 15.mars
Staður: Glasir Tórshavn, Miðnám á Kambsdali, Tekniski skúlin í Klaksvík og Miðnám í Suðuroy
Bókastuðul: Ja
Lestrarstuðul: Ja
Lestrarlán: Ja

Á Serbreytini eru vanligu upptøkukrøvini til miðnám ikki galdandi, og miðað verður eftir serligum serbreytarprógvi. Undirvísingin á eini Serbreyt verður váttað við prógvi eftir OCN-skipanini. Undirvísingin er bygd á læruætlan, sum er tillagað tí einstaka. Dentur er lagdur á, at tú kemur at klára teg í dagliga lívinum, at læra ymiskt bókmentaligt og/ella listaligt, teldunýtslu og handaligt arbeiði. Tær stendur eisini í boði at menna sosialar, yrkisligar og persónligar førleikar, treytað av tørvi tínum.

Undirvísingin á serbreyt er á Miðnámi á Kambsdali, Glasir í Tórshavn, Tekniska skúla
í Klaksvík og Miðnámi í Suðuroy

Vanligu lærugreinarnar eru á tí stigi, sum tú megnar. Undirvísing og hentleikar eru lagað til tørvin hjá tí einstaka.

Framtíðarmøguleikar

Við einum serbreytaprógvi hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á  starvsvenjingarstøð, arbeiðspláss ella aðra viðkomandi útbúgving.

 

Kunna teg nærri um serbreytirnar her:

Kambsdalur

Glasir

Suðuroy

TSK í Klaksvík

 

Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.