Fyrireikingarbreyt (2 ára breyt, ið serliga er ætlað tilkomnum næmingum)

Útbúgvingargongd/ lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: August
Freist at søkja: 15.mars
Staður: Glasir Tórshavn,  Miðnám á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeið
Bókastuðul: Ja
Lestrarstuðul: Ja
Lestrarlán: Ja

Fyrireikingarbeytin er ein almennandi og lestrarfyrireikandi útbúgving, ið fevnir breitt um fleiri evni.

Undirvísingin á fyrireikingarbreytini er nakað øðrvísi enn hon, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nógv vanlig floksundirvísing er, men bólka- og verkætlanararbeiði, er eisini partur av gerandisdegnum. Á fyrireikingarbreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.

Útbúgvingin er serliga ætlað tilkomnum, sum hava havt ein steðg frá skúlanum, men ætla sær víðari á eina styttri ella miðallanga hægri útbúgving.

Námsferðir, vitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig.

Kravdar lærugreinar

•    Føroyskt A

•    Søga A

•    Enskt B

•    Ítróttur og heilsa C

•    Religión C

•    Samfelagsfrøði C

•    Støddfrøði C

Vallærugreinar
Á fyrireikingarbreytini skalt tú velja nakrar vallærugreinar.Tá hesar verða valdar, eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samlaða lærugreinasaman-setingin í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini.

Ein mállærugrein á B-stigi ella danskt A 

Eina lærugrein, ið verður lyft frá C til B

Eina náttúrulærugrein verður vald á C-stigi

Eina listalærugrein verður vald á C-stigi

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur atgongd at søkja inn á hægri lærustovnar. At útbúgvingin, ið tekur tvey ár, í fleiri lærugreinum endar við lægri stigi enn á útbúgvingum, ið taka trý ár, kann hava ávísar avmarkingar við sær. Hetta kann t.d. hava við sær, at ein, ið hevur gingið á fyrireikingarbreytini, og sum ætlar sær inn á ávísar hægri framhaldsútbúgvingar, kanska noyðist at taka eina ella fleiri lærugreinar á hægri stigi.

Kambsdalur

Klaksvík

Glasir

Royndarvirksemi Skapandi Fyrireikingarbreyt:

Glasir bjóðar í ár út eina skapandi fyrireikingarbreyt. Breytin er 3 ára gongd, ið fer at leggja seg eftir tvørfakligum samstarvi millum gymnasialar- og yrkisrættaðar lærugreinar, serliga innan tilvirkis- og klædnaatstøði. Tikið verður fult fyrireikingarprógv, umframt partar av klædna- og tilvirkisatstøði. Upptøkukrøvini eru, at viðkomandi skal hava staðið 9. ella 10. floks fráfaringarprógv fólkaskúlans. Breytin gevur góðar møguleikar til framhaldandi lestur, eitt nú innan design, arkitektur, námsfrøði, sjúkrarøktarfrøði, lærara o.a. - les meira um skapandi breytina her.*

Glasir

 

Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.