Tíðindi

17. juni 2021

Studni søkir eftir skrivstovufólki

Eitt hálvtíðarstarv sum skrivstovufólk/málsviðgeri er leyst at søkja á Studna. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Starvið

Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:

-          Umsiting av lestrarlánum

-          Telefon og avgreiðsla

-          Aðrar skrivstovuuppgávur

Førleikakrøv

Vit vænta okkum m.a. at umsøkjarin:

-          Hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving

-          Er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni

-          Hevur førleika til at arbeiða sjálvstøðugt

-          Hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum

Vit bjóða

-          Eitt spennandi og áhugavert starv við nógvum samskifti úteftir

-          Eitt gott arbeiðsumhvørvi

-          Góðar starvsfelagar

Setanar- og lønartreytir

Starvið er lønt í 4. lønarflokki sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Talan er um eitt ½-tíðar starv.

Umsókn

Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:

Studni, Hoyvíksvegur 72, Postrúm 9, 110 Tórshavn ella við telduposti á umsokn@studni.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. juni. Starvið verður sett skjótast til ber.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Jørgen Meitilberg, leiðara á Studna, tlf. 555080.

 

 


11. juni 2025
Skúlastjóri á Fossánesi
10. juni 2025
Einalærari í Haraldssunds skúla
05. juni 2025
Kunningarfundir fyri tilflytarar
03. juni 2025
Skúlastjóri til Velbastaðar skúla
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.