Tíðindi

16. mars 2022

Omanfyri 900 hava søkt

Omanfyri 900 hava søkt

Tá ið freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingarnar var úti á midnátt í gjár, vóru 918 umsóknir komnar inn. Hetta eru 66 umsóknir færri enn í fjør. Av teimum 918 umsøkjarunum hava 745 søkt á gymnasialu breytirnar, 15 hava søkt á Heilsuskúlan, og 158 hava søkt inn á eina yrkisrættaða útbúgving.

Eins og undanfarin ár eru tað fleiri gentur enn dreingir, ið søkja inn á útbúgvingarnar. Í ár eiga genturnar 52,4 prosent av øllum umsóknunum. Í fjør áttu genturnar 54 % av umsóknunum.

Toppskjúttin er náttúrubreytin, sum samanlagt hevur beint niðanfyri 200 umsóknir, men størsta lop er á búskaparbreytin á Miðnámi á Kambsdali, ið fekk 93 umsøkjarar. Hetta eru fleiri enn 30 umsøkjarar fleiri enn seinasta ár, og tvífalt so nógvar umsóknir sum í 2018.  

Síðan 2015 eru gentur betri umboðaðar á øllum gymnasialu breytunum uttan á búskaparbreytini og tøknibreytini. Á hesum breytum eru dreingirnir meiriluta við á knapt 60 prosent á búskaparbreytini, og 76% á tøknibreytini.
Gentur eru fleiri á heilsu- og námshjálparaútbúgvingunum. Dreingir eru hinvegin, eins og undanfarin ár, munandi fleiri á flestu yrkisútbúgvingunum.

Síðan 2015 hevur talið á umsóknum sum heild verið minkandi. Í ár eru tað 302 umsóknir færri enn tað vóru í 2015.

Farið verður nú undir at viðgera umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi mánadagin 02. mai 2022.

 


20. oktober 2025
Sálarfrøðingur til Sernám - barsilsstarv
15. oktober 2025
Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers
26. september 2025
Fólkaskúlin á Skúlaneti: øll børn hava nú sama trygga KT-net
18. september 2025
Fakligur samskipari til føroyskt sum annaðmál (farloyvisstarv)
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.