Tíðindi

31. mai 2022

Útvegan av barnaváttan

Minnislisti til útvegan av barnaváttan

 

1.       Tá søkt verður eftir starvsfólki, skal greitt tilskilast í starvslýsingina, at arbeiðsgevarin hevur skyldu at útvega barnaváttan sambært § 2 í barnaváttanarlógini, áðrenn setanin verður framd.

 

2.       Prenta út serliga oyðublaðið til endamálið. Oyðublaðið liggur á heimasíðuni hjá løgregluni:

https://politi.fo/barnavattanir

 

3.       Bið um skrivligt samtykki frá viðkomandi umsøkjarum. Á oyðublaðnum nevnt undir pkt. 2 er ein teigur, har viðkomandi gevur sítt samtykki.

 

4.       Skrivligt samtykki kann fáast frá umsøkjarum til setanarsamrøðuna. Kunnað umsøkjarar um, at samtykkið bert verður nýtt til at útvega barnaváttan, um tað er neyðugt í samband við setanina. Strikað samtykkið/oyðublaðið, um barnaváttan ikki skal útvegast. GG! Tað er ikki loyvt at innheinta barnaváttan fyri persónar, ið man ikki hevur ætlan um at seta í starv ella til uppgávu.

 

5.       Oyðublaðið skal sendast til Det Centrale Kriminalregister. Oyðublaðið skal sendast umvegis ‘tryggan teldupost’. Forritið til tryggan teldupost kann heintast her.

 

6.       Tá trygdarforritið er tikið niður, kann oyðublaðið sendast til mvjyl-pac-kr@politi.dk.

 

7.       Viðgerðartíðin at útvega eina barnaváttan frá Det Centrale Kriminalregister er umleið 10 yrkadagar. Barnaváttanin verður send aftur til teldupostadressuna, ið oyðublaðið var sent frá.

 

8.       Meting av barnaváttanini:

 

v  Um barnaváttanin vísur, at persónurin er dømdur fyri kynsligt brotsverk ella kynsligan harðskap móti børnum undir 15 ár, er tað bannað at seta viðkomandi í starv ella til ávísa uppgávu. Tó kann arbeiðsgevarin gera frávik, tá talan er um brot á § 222, stk. 1 í revsilógini um samlegu við persón undir 15 ár, og talan er um linnandi umstøður (t.d. har aldurs-munurin hevur verið sera lítil og samtykki var frá báðum til samleguna).

 

v  Um barnaváttanin vísir á revsiverd viðurskifti annars, er tað upp til arbeiðsgevaran at gera av, um brotið er so mikið álvarsligt, at viðkomandi ikki kann setast í starv ella til aðra uppgávu.

 

v  Um barnaváttanin ikki vísur á revsiverd viðurskifti ella at persónur er dømdur fyri kynsligt brotsverk ella kynsligan harðskap, ber til at seta persón í starv eftir ítøkiligari meting.

 

9.       Skjalfør barnaváttanina í persónsmálið hjá viðkomandi.

 

10.   Fyri nærri upplýsing um barnaváttanir, sí vegleiðing frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum um barnaváttanir á https://www.ummr.fo/fo/kunning/tidindi/barnavattanarlogin-verdur-sett-i-gildi/ og á www.politi.fo.


18. november 2024
Kom í lestrarstarv á Studna
18. oktober 2024
Skúlastýrisval 2024
14. oktober 2024
Starv sum skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi
09. oktober 2024
Søkja um lestrarpláss gjøgnum Vangan
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.