Tíðindi

23. desember 2022

Mortan Zachariassen í starv sum leiðari á KT-eindini í Undirvísingarstýrinum

Mortan Zachariassen er settur í starv sum deildarleiðari á KT-eindini í Undirvísingarstýrinum. Mortan byrjar í nýggja starvinum 1. januar 2023. Hann hevur verið virkandi deildarleiðari á KT-eindini síðan hálvan august 2022 og við frá byrjan av í arbeiðinum við nýggju heildarætlanini fyri KT-umsitingina í undirvísingarverkinum. Mortan kom annars í starv í Mentamálaráðnum 1. nov. 2006, og hevur tískil drúgvar royndir á økinum.

Undirvísingarstýrið ynskir Mortani hjartaliga vælkomnum í nýggja starvið.


04. september 2026
Undirvísingarstýrið stongt 7. september 2026
24. august 2026
Kunningar- og samskiftisfólk til Erasmus+
10. august 2026
Skúlastjóri til Skúlan við Løgmannabreyt
12. juli 2026
Summarfrí frá 13. juli til 5. august
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar