Tíðindi
![](/upload/cache/images/0001-0200/5d447c2aaaf5bf30592a0a3870499da52a61b2c2_w1248_h749_fB_ba15.jpg)
Knapt 900 hava søkt inn á eina miðnámsútbúgving
Tá freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingar var úti á midnátt, vóru 878 umsóknir komnar inn. Hetta eru 40 umsóknir færri enn í fjør, og umleið 100 færri enn í 2021.
Av teimum 878 umsøkjarunum hava 677 søkt inn á gymnasialu breytirnar, 18 hava søkt inn á Heilsuskúlan og 183 hava søkt inn á yrkisrættaðu útbúgvingarnar.
Toppskjúttin gjørdist náttúrubreytin, sum fekk omanfyri 200 umsóknir. Hetta er á leið sama tal sum undanfarin ár.
Eins og undanfarin ár, eru tað fleiri gentur enn dreingir, sum søkja inn á miðnám. Í ár eiga genturnar 58 prosent av øllum umsóknunum. Síðan 2015 hava gentur verið betri umboðaðar á gymnasialu breytunum - uttan búskaparbreytini og tøknibreytini, har dreingirnir eru í meiriluta.
Dreingir eru hinvegin, eins og undanfarin ár, munandi fleiri á yrkisrættaðu útbúgvingunum. Tó eru fleiri gentur á heilsuhjálpara, námsfrøðihjálpara, hárfríðkan og klædnaatstøði.
Síðan 2015 hevur talið á umsóknum verið minkandi, og í ár er onki undantak. Í ár eru tað 342 umsóknir færri enn í 2015.
Farið verður nú undir at viðgera umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi fríggjadagin 21. apríl 2023.
![](/upload/cache/images/0201-0400/7cba0b52f70df32ed2707fe7f39ea62a8635c669_w200_h120_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
Jólafrí
![](/upload/cache/images/0201-0400/5ef68f0d2443fb85b785de73f93c073ea28081d6_w200_h120_fC_ha50_va50_afp1.png)
Undirvísing fyri teimum, sum arbeiða við flóttafólki úr Ukraina
![](/upload/cache/images/0201-0400/479db5fc958666bf00d1c9daad1276eb96ed907c_w200_h120_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
Kom í lestrarstarv á Studna
![](/upload/cache/images/0201-0400/b0f1066b85e7afb9a7765de5e6e8a10197b06dfa_w200_h120_fC_ha50_va50_afp1.jpg)