Tíðindi

25 ára starvsdagur hjá Martini Mouritsen, musikskúlastjóra
1. apríl í ár hevði Martin Mouritsen 25 ára starvsdag sum musikkskúlastjóri fyri Musikkskúlaskipanina. Hetta var hátíðarhildið seinnapartin mikudagin 26. apríl við eini samkomu í matarhøllini á Undirvísingarstýrinum, har stjórin í Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen, bar fram eina heilsan og handaði Martini gávu og blómutyssi.
- 25 ár er eitt ættarlið, so tað sigur seg sjálvt, at nógv er hent hesa tíðina, tú hevur staðið við dirigentstavinum fyri føroysku musikkskúlaundirvísingina, segði Hjalmar Hansen, stjóri.
- Tú hevur eisini roynt teg sum dirigent fyri Føroya Symfoniorkestur. Eg havi altíð verið hugtikin av hesum leiklutinum - at megna at fáa fleiri ymisk ljóðføri at spæla, so at tað fyri okkum áhoyrarar verður ein stór og gevandi uppliving. Av og á hugsi eg, at tú eisini til dagligt ert ein dirigentur, sum megnar at fáa øll at spæla saman. Øll lata líka væl at samstarvinum. Tú ert ein einmansherður, tú handlar, tú finnur loysnir og tingini eru í ordan.
Vit øll á Undirvísingarstýrinum ynskja okkara starvsfelaga, Martin Mouritsen, hjartaliga tillukku við 25 ára starvsdegnum.
Á myndini handar Hjalmar Hansen, Martini eitt blómutyssi.

Avloysarastarv fyri rektaran á Miðnámi á Kambsdali leyst at søkja

Setrið knýtt í Kervi+

Skúlastjóri til Vestmanna skúla
