Tíðindi

11. mai 2023

Evnisdagur um talgildar førleikar og inklusjón

Samfelagið gerst alsamt meira talgilt við ymiskum talgildum tænastum, sum lætta um hjá mongum. Nøkur halda tó, at talgildu loysnirnar eru ein avbjóðing. Hvussu kann samfelagið tryggja talgilda inklusjón, og at allir borgarar hava neyðugu talgildu førleikarnar? Hetta var evnið á evnisdegnum í dag, sum Nordisk Netværk for Voksnes Læring (NVL) og Undirvísingarstýrið skipaðu fyri. Evnisdagurin vendi sær til vegleiðarar, undirvísarar, fakbólkar, áhugabólkar og onnur, sum starvast við vegleiðing, undirvísing og lívlangari læring fyri vaksin.

Landsstýrismaðurin í Barna- og Útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, legði út við at greiða frá ætlanum hjá landsstýrinum at skipa útbúgvingarøkið við lívlangari læring, og hvussu talgildingin alsamt setir nýggj krøv til tann einstaka og harvið eisini okkara útbúgvingarskipan. Neyðugt er at tryggja øllum borgarum góða atgongd til útbúgving og eftirútbúgving.

Samskiparin fyri NVL, John Dalsgarð og Annika Mellemgaard, undirvísingarvegleiðari á Glasi, greiddu síðan frá um Norðurlendska samstarvið, sum millum annað arbeiðir við at gera tað smidligari hjá vaksnum at fara undir førleikamenning. Endamálið er m.a. at tryggja lívlanga læring, og at allir borgarar hava møguleikar fyri at fylgja við í talgildu menningini. Ein donsk kanning vísir, at heili 25% av borgarunum hava ikki nøktandi talgildar førleikar. Tí er týdningarmikið, at útbúgvingarskipanin, politiskir myndugleikar, vinnan og onnur eru vitandi um, hvat krevst fyri, at borgarar fáa neyðugu talgildu nýtsluførleikarnar.

Durita Hansen frá Talgildu Føroyum vístu á nýggju talgildu loysnirnar, sum er mentar seinastu árini til allar føroyingar. Stór menning hevur verið seinastu 2 árini og undirtøkan fyri tænastunum hevur verið góð. Føroyingar eru sum heild væl fyri, tá tað kemur til talgildar førleikar. Tó eru ymiskir bólkar, sum kunnu fella ímillum. Talgildu Føroyar hava tí lagt dent á at gera brúkaravinarligar loysnir og at veita eina góða vegleiðing.

Hjalmar Hansen og Andreas Simonsen frá Undirvísingarstýrinum greiddu frá arbeiðinum við at gera eina nýggja talgilda skipan fyri føroyska útbúgvingarverkið. Kervi+ er ein fyrisitingarskipan og undirstøðukervi til skúlar, har allar tænastur og veitingar verða samskipaðar. Harumframt fer arbeiðið í gongd við at fyrireika skúlar og útbúgvingarstovnar at verkseta og menna KT á teirra stovni og tryggja lærarum førleikar at nýta KT í undirvísingini.

Luttakarirnir fingu at enda høvið at skifta orð um evnini, sum vóru frammi. Fleiri áhugaverdar viðmerkingar vóru. M.a. var sagt, at neyðugt er at tryggja støðuga menning av føroyska málinum til talgildar loysnir, fyri at skapa góða undirtøku, og gera tað lættari hjá borgarum. Neyðugt er eisini at leggja dent á framleiða meira upplýsandi, føroyskt kunningartilfar um talgilding og atburð í mun til KT nýtslu og KT-trygd.


02. apríl 2024
Ráðstevna um Nordplus í Føroyum
26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Nólsoyar skúla
26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Sumbiar skúla
18. mars 2024
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.