Tíðindi

15. februar 2024

Nú ber til at søkja inn á gymnasialt miðnám ella yrkisútbúgving

Nú er møguligt at søkja inn á gymnasialt miðnám og yrkisútbúgving til komandi skúlaár. Innskrivingin er tøk á heimasíðuni innskriving.fo, har søkjast kann um upptøku við talgildum umsóknarblaði. Vegleiðing til innskrivingina sæst her.

Ein gymnasial miðnámsútbúgving tekur vanliga trý ár og gevur tær førleikar til framhaldslestur á hægri lærustovni í Føroyum ella uttanlands. Ein yrkisútbúgving tekur vanliga fýra ár, har meginparturin av læruni fer fram á einum virki, og umleið ein fjórðingur av tíðini er skúlagongd. Við eini yrkisútbúgving verður tú til reiðar at arbeiða sum faklærdur.

Útbúgvingartilboðini eru mong, og tí kann vera torført at velja útbúgving. Fyri at gera tað lættari at velja útbúgving, er ein kunningarfaldari gjørdir um gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar og yrkisútbúgvingarnar í 2024. Faldarin verður serliga útflýggjaður til 9. og 10. floksnæmingar, men hann er eisini talgildur og tøkur á heimasíðuni hjá Vegleiðingarstovuni her. Til ber eisini at taka faldarin niður sum pdf her.

Á skúlunum, sum bjóða út útbúgvingar, eru vegleiðarar, sum kunnu vegleiða. Til ber eisini at venda sær til Vegleiðingarstovuna - sí meira á vegleiding.fo

Ynskir tú at velja eina yrkisútbúgving, er Yrkisdepilin til reiðar at vegleiða. Meira fæst at vita um yrkisútbúgvingar og Yrkisdepilin á yrkisdepilin.fo  

Miðnámsskúlar skipa í næstum fyri kunningartiltøkum kring landið. Til ber at lesa meira um kunningartiltøkini á facebook síðunum hjá miðnámsskúlunum og Vegleiðingarstovuni á vegleiðing.fo

Umsóknarfreistin til miðnám og yrkisnám er 15. mars 2024.


12. juli 2024
Undirvísingarstýrið stongt vegna feriu frá 15. juli til og við 2. augu…
11. juli 2024
Hanus Joensen farin frá fyri aldur
02. juli 2024
Ráðstevna og seminar um talgildar førleikar, inklusjón og lívlanga lær…
01. juli 2024
Starv sum skúlastjóri á Skúlatrøð
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.