Tíðindi

18. mars 2024

Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi

Tá freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingar til komandi skúlaár var úti á midnátt, vóru 858 umsóknir komnar inn. Hetta eru 20 umsóknir færri enn í fjør og 120 færri enn í 2021.
Síðan 2015 hevur gongdin við umsóknum verið minkandi, og í ár er onki undantak. Í ár eru tað 342 umsóknir færri enn í 2015. 
659 umsøkjarar søktu í ár inn á gymnasialu breytirnar, 183 søktu inn á yrkisrættaðu útbúgvingarnar og 10 søktu inn á Heilsuskúlan.
Toppskjúttin á gymnasialum miðnámi gjørdist náttúrubreytin, sum fekk 214 umsóknir. Hetta er á leið sama tal sum undanfarin ár. Á øðrum plássi gjørdist búskaparbreyt1 við 177 umsøkjarum. Hetta eru 11 fleiri umsøkjarar í mun til í fjør, men nakað færri enn í 2022, tá 190 søktu inn á búskaparbreyt.

71 umsøkjarar søktu inn á hugbreytina. Hetta er ein munandi lækking síðan 2022, tá umsøkjaratalið á Hugbreytini var 154. Síðan 2023 hevur tað verið eitt krav, at næmingar skulu hava týskt fyri at koma inn á hugbreytina á miðnámi. 
Í ár er umsøkjaratalið til fyrireikingarbreytina, tað sum fyrr var rópt HF, minkað niður í 68. Síðan 2016 hevur talið ligið um 90 umsóknir, og í 2015 vóru heili 118 umsøkjarar til fyrireikingarbreytina. 
Eins og undanfarin ár, eru tað fleiri gentur enn dreingir, sum søkja inn á miðnám. Í ár eiga genturnar 58 prosent av øllum umsóknunum. Síðan 2015 hava gentur verið betri umboðaðar á gymnasialu breytunum - tó undantikið búskaparbreytini og tøknibreytini. Í ár er tað áhugaverda hent, at genturnar hava eisini yvirhálað dreingirnar á búskaparbreytini.
Dreingir eru hinvegin, eins og undanfarin ár, munandi fleiri á yrkisrættaðu útbúgvingunum - tó við undantak av heilsuútbúgvingunum, hárfríðkan, klædnaatstøði og tilvirkisatstøði.
Farið verður nú undir at viðgera umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi fríggjadagin 19. apríl 2024.  


18. november 2024
Kom í lestrarstarv á Studna
18. oktober 2024
Skúlastýrisval 2024
14. oktober 2024
Starv sum skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi
09. oktober 2024
Søkja um lestrarpláss gjøgnum Vangan
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.