Tíðindi
Ráðstevna og seminar um talgildar førleikar, inklusjón og lívlanga læring
Talgilda menningin gongur við rúkandi ferð, og tað kann hava stórar avbjóðingar við sær fyri mong. Hvussu fyribyrgja vit, at í framtíðini vera tvey sløg av borgarum, sum eru grundleggjandi ymisk, tá talan er um at nýta talgilda tøkni og talgildar førleikar?
Undirvísingarstýrið og NVL (Nordisk Netværk for Voksnes Læring) skipa í hesum sambandi fyri norðurlendskari ráðstevnu 18. - 19. sept. um talgildar førleikar, inklusjón og lívlanga læring. Ráðstevna og seminar verða hildin í Varpinum í Klaksvík. Umleið 30 netverkslimir í NVL í Føroyum luttaka, og fleiri teirra fara at hava framløgur á ráðstevnuni.
Endamálið við ráðstevnuni er at miðla og gróðurseta norðurlendska vitan og royndir innan talgildar førleikar og lívslanga læring millum tey, sum taka lut á ráðstevnuni og í Norðurlondum sum heild.
Ráðstevnan vendir sær til øll, sum á einhvønn hátt arbeiða við førleikamenning, lívlangari læring, vegleiðing og inklusjón, bæði á politiskum, umsitingarligum og útinnandi stigi.
Ráðstevnuevnið tekur støði í netverkssamstarvinum í NVL, har arbeitt verður við talgildari inklusjón, talgilt grundaðari vegleiðing, mikro-førleikum (mikrocredentials) og tvørgangandi førleikum (Transversal Skills).
Endamálið við norðurlendska samstarvinum um mikro-førleikar og almennar førleikar í ymiskum valideringstilgongdum, er at styrkja støðuna hjá tí einstaka á arbeiðsmarknaðinum, og at geva vaksnum møguleika at læra og mennast alt lívið.
Tá talan er um tvørgangandi førleikar, er endamálið at virka fyri einfaldari, skjótari og høgligari atgongd til starvsleið ella útbúgving.
Skráseting til ráðstevnu og seminar er við at senda teldupost til johnd@uvs.fo í seinasta lagi 11. september 2024. Luttøkugjaldið er 650 kr.