Tíðindi

09. oktober 2024

Søkja um lestrarpláss gjøgnum Vangan

Í hesi vikuni var eitt framstig í samband við lestrarfyrisitingarskipanina hjá føroyska undirvísingarverkinum, Kervi+. Nú ber til at søkja um lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya við at senda umsókn gjøgnum Vangan umvegis Undirvísingarstýrið.

Hetta gert tú við at finna Undirvísingarstýrið inn á Vanganum, og har ber til at trýsta á “hægri útbúgvingar”.

Hin mátin er at søkja beinleiðis á heimasíðuna hjá setrinum, www.setur.fo, við at fara inn á útbúgvingina, sum tú vilt søkja, og har trýsta á knøttin "Søk umvegis Vangan".

Til ber framvegis at søkja upp á gamla mátan við at fylla umsóknarblað út. Leinki til umsóknarblað er niðast á somu síðu, har tín útbúgving er.

Í fyrsta umfari er talan um eina útbúgving, sum er tøk at søkja. Tað er bachelorútbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði.

Les meira her


03. september 2025
Málsviðgeri til Studna
28. august 2025
Skúlastjóri i Sumba
07. august 2025
Nýggj, dagførd námsætlan fyri føroyskt sum annaðmál
09. juli 2025
Summarfrí
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.