Tíðindi

Finn tína útbúgving við nýggjari app
Nú nærkast várið og tíðin, tá tað verður møguligt at søkja inn á miðnámsútbúgvingar. Frá 15. feb. til 15. mars verður møguligt at søkja. Í ár verður, sum nakað nýtt, eisini møguligt at søkja inn á gymnasialar útbúgvingar og yrkisútbúgvingar umvegis vangan.
Undirvísingarstýrið hevur í hesum sambandi gjørt eina nýggja app, sum lýsir útbúgvingarnar. Nógv av teimum sum skulu søkja, hava uttan iva fleiri spurningar. Appin er serliga ætlað teimum, sum á fyrsta sinni skulu velja eina útbúgving eftir loknan fólkaskúla. Nýggja appin eitur “Útbúgvingar”, og er tøk á App Store og Google Play.
Góðan morgun Føroyar hevði í hesum sambandi samrøðu við Turið Christophersen frá Vegleiðingarstovuni, sum kunnaði um appina og innskriving. Her ber til at lurta eftir kunningini í Góðan morgun Føroyar: Góðan morgun Føroyar

Spennandi starv sum fulltrúi til nýggja tjóðarskrivstovu til Erasmus+

Søk inn á gymnasialt miðnám og yrkisútbúgving umvegis Vangan

Finn tína útbúgving við nýggjari app
