Tíðindi

18. juni 2019

7.190 næmingar í fólkaskúlanum komandi ár

Yvir 700 næmingar byrja í 1. flokki eftir summarfrítíðina.

Mánadagin 19. august fara 7.010 næmingar í skúla, harav 703 fyri fyrstu ferð. Harumframt byrja 180 børn í teimum sjey forskúlunum kring landið. Tilsamans verða tað 7.190 næmingar í fólkaskúlanum komandi skúlaár.

Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu nógv børn byrja í 1. flokki, nøkur ár táttar tað í 770 og onnur ár hevur tað verið um 670. So næsta ár er talan um vanliga tilgongd.

Tað verður skúlastjórin á Skúlatrøð sum sleppur at taka ímóti flest nýggjum næmingum komandi skúlaár. Heili 76 børn byrja sína skúlagongd í Klaksvík í august. Á Skúlanum á Fløtum byrja 73 børn í fyrsta flokki og so fordeilir restin av børnunum seg yvir landið alt. Nakrir skúlar fáa ongar næmingar í fyrsta flokk í summar, teir eru skúlarnir í Fámjin, Kunoy, Haraldssund, Húsar/Syðradal og Skálavík

Tað eru í høvuðsheitum børn fødd í 2012, sum nú fara í skúla. Tað vóru 607 børn fødd í Føroyum í 2012, men nú sjey ár seinni eru næstan 100 børn fleiri løgd til árgangin. Hetta, at nógv børn eru partur av flytingini til Føroya, ger at fólkaskúlin seinnu árini hevur megnað at hava næmingatal beint yvir 7.000 næmingar og útlit eru fyri at næmingatalið fer at vaksa spakuliga næstu árini.

Eins fjølbroytt sum landið er fólkaskúlin

Tað eru 44 fólkaskúlar spjaddir yvir alt landið og skúlarnir eru í øllum støddum. Tríggir skúlar í landinum hava yvir 500 næmingar. Teir eru Skúlin á Fløtum, á Skúlatrøð og Eysturskúlin. 16 skúlar hava millum 100 og 500 næmingar, meðan 25 skúlar hava færri enn 100 næmingar. Av teimum 44 skúlunum eru tríggir frískúlar og hava teir tilsamans 197 næmingar, tveir av frískúlunum hava eisini forskúla.

Alsamt fleiri ganga í serflokkum

Seinnu árini eru tað alsamt fleiri serflokkar settir á stovn. Frá 2005 til 2016 vóru tað vanliga færri enn 30 næmingar í serflokkum árliga, men síðan er hetta vaksið til yvir 130 næmingar sum ganga í serflokkum. Tað eru serflokkar kring alt landið, 8 skúlar hava í løtuni tilboð um serflokkar.

 


04. november 2019
Vegleiðingarstovan kring landið – kom og tosa um tínar framtíðarætlani…
18. oktober 2019
Rektari til Miðnám í Vestmanna
18. oktober 2019
Nýggjar upp- og afturlatingartíðir í Vegleiðingarstovuni
11. oktober 2019
Rektari til Glasir
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.