Tíðindi

04. juli 2025

Norðuratlantisk lond savnaðust fyri fyrstu ferð til World Antibullying Forum

Á World Antibullying Forum 2025 í Stavanger varð søga skrivað, tá granskarar, fulltrúar, lærarar og NGO'ar úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum fyri fyrstu ferð løgdu fram royndir og gransking saman.

Arbeiðið við at skapa tryggar felagsskapir og fyribyrgja happing gjøgnum átakið “Betri vinir” (Fri for mobberi) er lýst sum eitt týðandi stig móti meira inkluderandi skúlamentan bygd á virði sum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi.

Vísindalig ráðstevnan, við heitinum "Different Together", legði dent á bæði líkleikar og ymiskleikar millum hesi trý londini og teirra arbeiði fyri betri felagsskapum í skúlanum. Og hóast Grønland, Ísland og Føroyar á nógvan hátt eru ymisk, bæði mentanarliga og søguliga, kunnu vit við nógvum fyrimunum samstarva um at skapa trygg og inkluderandi læringsumhvørvi.

Ymsu tilgongdirnar til at fyribyrgja happing vísa, hvussu mentanarliga tillagað amboð og tilgongdir kunnu vera virkin í ymiskum høpi. Hóast ymiskleikarnar kunnu londini stuðla og læra frá hvørjum øðrum, og kann hetta styrkja felags átøk móti happing.

Tey trý londini fara at halda áfram við teirra samstarvi fyri at fyribyrgja happing og fremja tryggar og lærandi felagsskapir í skúlunum.

Meira um World Antibullying Forum:

About - World Anti-Bullying Forum

Karen Mathiesen, Kaali Olsen og Helle Rabøl Hansen frá Undirvísingarstýrinum í Grønlandi. hera@nanoq.gl 

Ída Bjorg Unnardóttir frá Barnaheill í Íslandi ida@barnaheill.is 

Magnus Tausen frá Undirvísingarstýrinum og Tóra Petersen frá Námi í Føroyum. torap@nam.fo 


04. juli 2025
Norðuratlantisk lond savnaðust fyri fyrstu ferð til World Antibullying…
11. juni 2025
Skúlastjóri á Fossánesi
10. juni 2025
Einalærari í Haraldssunds skúla
05. juni 2025
Kunningarfundir fyri tilflytarar
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.