Tíðindi
Miðnámsskúlanæmingar á summarskúla í Grønlandi
Í summar verður ein serligur summarskúli í Grønlandi, har 25 hepnir miðnámsskúlanæmingar úr Føroyum, Danmark og Grønlandi fáa møguleika at kanna náttúruna í Grønlandi, læra saman og hitta aðrar ungdómar við sama áhuga.
Tað er ikki á hvørjum degi, at næmingar fáa møguleikan at koma til eitt av mest sermerktu støðunum í Grønlandi, Qeqertarsuaq, sum liggur í Diskovíkini. Økið kring Qeqertarsuaq er merkt av øðrvísi og fjølbroyttari náttúru enn aðrastaðni í landinum. Diskooyggin er upprunaliga ein vulkanoyggj við brøttum basaltfjøllum og ríkum plantu- og djóralívi og heitum keldum, sum gera økið serstakt.
Summarskúlin, ASIMI, hevur verið síðan 2011. Í ár verður skúlin í døgunum frá 29. juni til 10. juli, har endamálið er at geva næmingum íblástur til at arbeiða við náttúruvísind og at skilja náttúruna í arktiska økinum, sum Føroyar eisini eru partur av. Næmingarnir búgva og arbeiða tætt saman, og summarskúlin sameinir kanningararbeiði á staðnum við verkætlanararbeiði, og mentanarsamskifti.
Skúlin leggur dent á bæði vitan og upplivingar. Á túrinum fáa næmingarnar umframt fakliga innihaldið eisini møguleika at knýta bond og samstarva við ungdómar úr hinum londunum, sum eru við.
Eftirmetingar vísa, at summarskúlin styrkir fakliga úrtøkuna hjá næmingunum, samstarvsevnir teirra og fatanina av øðrum mentanum. Varandi sambond vera ofta knýtt tvørtur um landamørk.
Í næstum verður á miðnámsskúlunum funnið út av, júst hvørjir hepnir miðnámskúlanæmingar sleppa til summarskúlan.
Miðnámsskúlanæmingar á summarskúla í Grønlandi
Jólafrí
Sálarfrøðingur til Sernám - barsilsstarv