Tíðindi

26. mai 2026

Sernám og Undirvísingarstýrið løgd saman

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur tikið avgerð um, at Sernám frá 1. juni 2026 verður ein deild í Undirvísingarstýrinum. Harvið verður fyribilsskipanin, sum hevur verið galdandi síðani 1. september 2025, varandi.

Endamálið við bygnaðarbroytingini er at skapa størri samanhang millum sernámsfrøðiliga virksemið og undirvísingarøkið sum heild – serliga innan fólkaskúlan, har nógv av virkseminum hjá Sernámi er. Samstundis verður eisini arbeitt fyri góðum samstarvi við dagstovnaøkið og miðnámsøkið, sum bæði fáa ráðgeving frá Sernámi.

Í nýggja bygnaðinum verður Sernám ein faklig deild í Undirvísingarstýrinum við ábyrgd av sernámsfrøðiligari ráðgeving, fakligari menning og samstarvi við dagstovnar, skúlar og onnur tilboð. Dentur verður lagdur á at styrkja inklusjón og fyribyrgjandi arbeiði.

Samtíðis er hædd tikið fyri at tryggja gott og skipað samstarv við Nám á teimum økjum, har fakligur samanhangur er, millum annað innan námsætlanir, eftirútbúgving og menning av undirvísingartilfari.

Undirvísingarstýrið fer nú at søkja eftir deildarleiðara til Sernám. Ætlanin er, at viðkomandi byrjar í starvinum 1. august 2026.


26. mai 2026
Deildarleiðari at standa á odda fyri Sernámi
26. mai 2026
Sernám og Undirvísingarstýrið løgd saman
22. mai 2026
Skúlastjóri til Skúlan við Løgmannabreyt
21. mai 2026
LÆRARASTØRV Í FÓLKASKÚLANUM
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar