Tíðindi
02. juni 2026
Skúlastjóri í Sørvági
Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Daniu Niclasen í farloyvisstarv, sum skúlastjóri í Sørvágs skúla frá 1. august 2026.
Dania er 40 ára gomul og er úr Miðvági.
Hon hevur tikið læraraútbúgving í UCN Hjørring í 2015, Professiónsbacelor í donskum, Linjugrein í søgu, B.Ed ískoytisútbúgving á Setrinum og Master í management and leadership í 2026.
Dania hevur drúgvar undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir í fólkaskúlanum, bæði sum einalærari, lærari og á ser-økinum. Hon hevur seinastu 3 árini røkt skúlastjórastarvið í Sørvágs skúla og hevur tí eisini viðkomandi royndir við at fyrisita og leiða.
02. juni 2026
Skúlastjóri í Sørvági
26. mai 2026
Deildarleiðari at standa á odda fyri Sernámi
26. mai 2026
Sernám og Undirvísingarstýrið løgd saman
22. mai 2026