Tíðindi

21. august 2019

Nýggja námsfrøðiliga útbúgvingin fyri miðnámsskúlalærarar farin í gongd

15 námsluttakarar úr miðnámsskúlunum kring landið fara undir námsfrøðiligu útbúgvingina, sum skal førleikamenna lærarar til at undirvísa á miðnámi. Í hesum døgum skipar Fróðskaparsetrið fyri skeiði, so miðnámsskúlarnir eru til reiðar at taka ímóti og vegleiða nýggju námsluttakarunum.

Útbúgvingin tekur 1 ár og er sett saman av einum ástøðiligum parti (skúlagongd) og einum verkligum parti (undirvísingarvenjing). Ástøðiligi parturin fer fram á Fróðskaparsetri Føroya og verkligi parturin á skúlanum. Námsluttakari verður settur í útbúgvingarstarv, har arbeiðstíðin er skift í tríningar: 1/3 av tíðini er skúlagongd, 1/3 av tíðini er undirvísing við vegleiðing og 1/3 er eginundirvísing.

Í gomlu skipanini fór skúlagongdin fram uttan fyri vanliga arbeiðstíð, og lærarar máttu av landinum at taka verkliga partin. Skipanin hevur ígjøgnum mong ár skapt eitt eftirdrag, sum hevur havt við sær, at tað gongur ov long tíð, áðrenn lærarar fáa tikið verkliga partin. Fróðskaparsetrið er farið undir at førleikameta lærarar í verandi skipan, sum hava ástøðiliga partin, men ikki verkliga partin.

Nýggja námsfrøðiliga útbúgvingin lættir munandi um arbeiðsbyrðuna hjá námsluttakarunum, og forðar eisini fyri, at teir koma í afturhond við útbúgvingini. Nýggja námsfrøðiliga útbúgvingin tryggjar eisini, at allir undirvísarar á miðnámsskúlunum sum frá líður lúka námsfrøðiligu førleikakrøvini.


11. februar 2026
Søk inn á gymnasialt miðnám og yrkisútbúgvingar
30. januar 2026
United world college
28. januar 2026
Miðnámsskúlanæmingar á summarskúla í Grønlandi
27. januar 2026
Søk inn á gymnasialt miðnám og yrkisútbúgvingar
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar