Tíðindi

28. august 2019

Verkætlanarleiðari settur á Vegleiðingarstovuni

Undirvísingarstýrið hevur sett Kristionnu Mortansdóttir í starv sum verkætlanarleiðara á Vegleiðingarstovuni, ið húsast við Hoydalsveg 1. Hon byrjar í starvinum 1. oktober 2019.

Kristianna er kandidatur í sponskum og religión og hevur lokið MA útbúgving í vegleiðing. Kristianna hevur seinastu árini verið lestrarvegleiðari og samskipari í lestrarvegleiðingini á Glasir.

 

Sum verkætlanarleiðari skal Kristianna komandi árið standa á odda fyri at skipa og menna Vegleiðingarstovuna, sum skal veita vegleiðing og virka sum samskipandi eind av útbúgvingar- og yrkisvegleiðingini í Føroyum.


03. november 2026
Markleys Útbúgving størri enn nakrantíð
02. november 2026
Nýggj plakat varpar ljós á KT-trygd
26. oktober 2026
Sernámsdeildin roynir opna telefonráðgeving til dagstovnaøkið
15. oktober 2026
Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar