Tíðindi

18. oktober 2019

Nýggjar upp- og afturlatingartíðir í Vegleiðingarstovuni

Nýggjar upp- og afturlatingartíðir í VegleiðingarstovuniVegleiðingarstovan á Hoydalsvegi 1 lat upp í juli mánaði í ár.  

Vegleiðingarstovan veitir lívlanga vegleiðing í sambandi við val av útbúgving og arbeiði, og er fyri allar borgarar í Føroyum. Útbúgvingarøkið og arbeiðsmarknaðurin eru í støðugari broyting, og tað kann mangan tykjast kravmikið og torført at finna røttu leiðina í øllum møguleikunum. Tí er alneyðugt, at øll hava atgongd til at tosa við ein vegleiðara, sum kann vegleiða við at finna á røttu leiðina.

Fleiri vegleiðarar eru knýttir at Vegleiðingarstovuni, og eru øll lestrar- og yrkisøki  umboðaði, hetta fyri at tryggja holla vegleiðing innan skúlagongd, hægri útbúgving, lestur uttanlands, um karrieruskifti, um ymiskar vinnumøguleikar, og um hvussu førleikameting gerst møgulig.

Umframt andlit til andlit-vegleiðing, so verður sonevnd e-vegleiðing eisini partur av Vegleiðingarstovuni. Hetta er ein talgild vegleiðingartænastu, sum er savnað á okkara heimasíðu, har til ber at ringja, skriva teldupost ella tjatta við ein vegleiðara. Hendan skipan loyvir fólki at leita sær vegleiðing óansæð hvar mann er stødd / staddur eftir upplatingartíð í Vegleiðingarstovuni, t.d um kvøldið og í vikuskiftinum. Hjá summum er hesin møguleiki betri enn at koma í Vegleiðingarstovuna. Hendan skipan er tó ikki liðug enn, men væntandi gongur ikki long tíð innan vit kunnu veita e-vegleiðing, so at allir føroyingar kunnu fáa vegleiðing á jøvnum føti.

Nú ber til at ringja á 200910 ella skriva til vegleiding@uvs.fo og leita sær vegleiðing, ella avtala tíð at koma í Vegleiðingarstovuna á Hoydalsvegi 1. Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið at práta í Vegleiðingarstovuni uttan at bíleggja sær tíð frammanundan.

 

Upp- og afturlatingartíðirnar í Vegleiðingarstovuni:

Mána- og týsdag: 10 – 16

Mikudag: 10 – 18

Hósdag: stongt, tó ber til at gera avtalur hendan dag.

Fríggjadag: 10 – 14

Tó er longri opið í sambandi við umsóknarfreistir o.a. Hetta verður lýst í miðlunum


03. september 2025
Málsviðgeri til Studna
28. august 2025
Skúlastjóri i Sumba
07. august 2025
Nýggj, dagførd námsætlan fyri føroyskt sum annaðmál
09. juli 2025
Summarfrí
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.