Tíðindi

04. november 2019

Vegleiðingarstovan kring landið – kom og tosa um tínar framtíðarætlanir og vita hvørjirlestrar-, læru-, og arbeiðsmøguleikar og stuðulsviðurskifti eru!

 

Eitt av endamálunum hjá Vegleiðingarstovuni er at virka fyri, at lívlong vegleiðing verður ein partur av føroyska samfelagnum. Hetta inniber, at fólk í øllum aldri kunnu fáa vegleiðing til at menna seg útbúgvingarliga og starvsliga út frá tí støðu, hvør einstakur er í.

Vegleiðingarstovan fer undir eitt átak, sum vit nevna “Vegleiðingarstovan kring landið”, soleiðis at  allir borgarar í føroyska samfelagnum fáa javnbjóðis atgongd til vegleiðing og fáa møguleikan at tosa við ein vegleiðara andlit til andlit. Tað kann mangan vera gott at hitta vegleiðaran, tí í samrøðuni spretta ofta nýggj hugskot, og soleiðis kann ein fáa meira burturúr vegleiðingini.

Vegleiðingarstovan er á hesum støðum nevndu tíðir, eins og vit eisini í nýggja árinum koma kring landið – hesir dagar verða kunngjørdir seinni.

Vegleiðarar eru at hitta:

7. november 2019, kl 15 – 18:

Í Sandoynni: Listasavnið á Sandi (vegleiðarar: Nina Brockie Hansen og Kristianna Mortansdóttir)

Í Klaksvík: Íverksetarahúsið (vegleiðarar: Deirdre Hansen og Per Jacobsen)

Í Suðuroy: Miðnámsskúlin í Suðuroy (vegleiðarar: Elken Bech og Holger Arnbjerg)

Í Eysturoynni: Bókasavnið við Løkin (vegleiðarar: Maria Gregersen og Hans Mikkelsen)

 

21. nov. 2019, kl 15 – 18:

Í Eysturoynni: Miðnám á Kambsdali: (vegleiðarar: Maria Gregersen og Maiken Skarðenni)

    Skúlin við Streymin: (vegleiðarar Nina Brockie Hansen og Per Jacobsen)

Í Vágum: Skúlin á Giljanesi (vegleiðarar: Kristiann Mortansdóttir og Holger Arnbjerg)

Í Vestmanna: Miðnám í Vestmanna (vegleiðarar: Deirdre Hansen og Hans Mikkelsen)

 

 


17. september 2026
Nýggj vitlíkisstrategi fyri undirvísingarverkið
04. september 2026
Undirvísingarstýrið stongt 7. september 2026
24. august 2026
Kunningar- og samskiftisfólk til Erasmus+
10. august 2026
Skúlastjóri til Skúlan við Løgmannabreyt
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar