Tíðindi

25. november 2019

Nærum 2000 fingu stuðul frá Studna til hægri lestur í fjør

Í uppgerð sum Studni hevur gjørt fyri skúlaárið 2018/19 sæst, at 1.977 føroyingar fingu stuðul til hægri lestur. Áleið helvtin, 984, lesa í Føroyum. Í Danmark eru tey 848 og 145 lesa í øðrum londum.

Í Føroyum lesa tey flestu stóru útbúgvingarnar á setrinum. Tað er námsfrøði, lærari og sjúkrarøktarfrøði. Eisini maritimu útbúgvingarnar skipari/skipsførari og maskinmeistari eru væl dámdar.

Í Danmark lesa flest føroyingar samfelagsvísind (samfelag, búskap, løgfrøði v.m), men eisini heilsuvísind er væl umtókt. Tað eru útbúgvingarnar lækni og ergo- og fysioterapi sum ikki verða bjóðaðar út í føroyum sum verða lisnar.

Í øðrum londum fingu 145 studning í farna skúlaárið. Tað er heilsuvísind og samfelagsvísindi sum flest lesa.

 

Yvirlit yvir hvat fakøki føroyingar lesa:

Samfelag og búskapur v.m. 427
Tekniskar útbúgvingar, t.d. verkfrøði, maskin og bygging 375
Námsfrøði og lærari 365
Heilsuvísindi 337
Humaniora og teologi 170
Maritimar útbúgvingar, skipari og skipsf. 117
Nátturuvísind 107
Listarligar 49
Landbrúk, náttura og umhvørvi 10
Matvøra og starvsstova 9
Miðlar og samskifti 6
Løgregla og verja 5

Talva sum vísir útbúgvingarøki og lestarstað er hjáløgd. Lesandi á hægri lestur.pdf

Háttur
Tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við støði í mánaðarliga lestrarstudninginum – øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið studning í skúlaárinum, eru tald við. Tølini fyri lesandi uttanlands eru gjørd við støði í ferðastudninginum – øll á hægri útbúgving, ið hava fingið studningin í skúlaárinum, eru tald við. Fyrivarni skal takast fyri at ikki øll lesandi søkja studning.


02. apríl 2024
Ráðstevna um Nordplus í Føroyum
26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Nólsoyar skúla
26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Sumbiar skúla
18. mars 2024
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.