Tíðindi

13. januar 2020

Vegleiðingarstovan kring landið – kom og tosa um tínar framtíðarætlanir og vita hvørjirlestrar-, læru-, og arbeiðsmøguleikar og stuðulsviðurskifti eru!

Eitt av endamálunum hjá Vegleiðingarstovuni er at virka fyri, at lívlong vegleiðing verður ein partur av føroyska samfelagnum. Hetta inniber, at fólk í øllum aldri kunnu fáa vegleiðing til at menna seg útbúgvingarliga og starvsliga út frá tí støðu, hvør einstakur er í.

Vegleiðingarstovan fer undir eitt átak, sum vit nevna “Vegleiðingarstovan kring landið”, soleiðis at allir borgarar í føroyska samfelagnum fáa javnbjóðis atgongd til vegleiðing og fáa møguleikan at tosa við ein vegleiðara andlit til andlit. Tað kann mangan vera gott at hitta vegleiðaran, tí í samrøðuni spretta ofta nýggj hugskot, og soleiðis kann ein fáa meira burturúr vegleiðingini.

Vegleiðarar eru at hitta:

16. januar 2020, kl 15 – 18:

Í Klaksvík: Á bókasavninum: (vegleiðarar: Per Jacobsen og Maiken Skarðenni)

Í Rúnavík: Á bókasavninum við Løkin: (vegleiðarar Hans Mikkelsen og Maria Gregersen)

Í Suduroy: Miðnámsskúlin: (vegleiðarar: Elken Bech og Holger Arnbjerg)

 

 

 

VEGLEIÐINGARSTOVAN, Hoydalsvegur 1, Tórshavn tlf. 200910 – vegleiding@uvs.fo


04. juli 2025
Norðuratlantisk lond savnaðust fyri fyrstu ferð til World Antibullying…
11. juni 2025
Skúlastjóri á Fossánesi
10. juni 2025
Einalærari í Haraldssunds skúla
05. juni 2025
Kunningarfundir fyri tilflytarar
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.