Tíðindi

23. januar 2020

UNITED WORLD COLLEGE - ein spennandi møguleiki


United World College Red Cross Nordic (UWC RCN) bjóðar einum føroyskum
skúlanæmingi, ið á sumri 2020 er liðugur í 1. flokki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving,
at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate) á einum altjóða
studentaskúla í Dale í Noregi. Dale liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen.


IB (International Baccalaureate) er ein altjóða studentspróvtøku, ið tekur 2 ár. Eitt IB prógv
gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur sum eitt føroyskt studentsprógv.


Endamálið hjá UWC RCN-skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki, og verður
hetta m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 80 ymiskum londum búgva og lesa saman á
skúlanum.


Studni rindar – eftir umsókn – skúlagjald umframt gjald fyri innivist í skúlanum. Hetta
merkir, at umsøkjari, sum nevndin fyri UWC Føroyar velur, ikki samstundis fær stuðul frá
Studna sum útibúgvandi.


Ferð aftur og fram millum skúlan og Føroyar verður goldin sambært galdandi reglum hjá
Studna. Upphæddin er í 2020 kr. 3.100.


Nærri upplýsingar um skúlan fáast við at venda sær til formannin í UWC Føroyar á telefon
555037 ella til lestrarvegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Lestrarvegleiðingin hevur
fingið sendandi tilfar um United World College. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um
skúlan á hesi heimasíðuni: uwcrcn.no/


Upplýsingar eru eisini at finna á Facebook.


Umsókn um upptøku á UWC RCN, ljóstak av seinastu støðumetunum saman við einari
frágreiðing um teg sjálva/n, ið skal skrivast í umsóknarblaðinum, skulu umvegis teldupost
sendast claus.reistrup@icloud.com í seinasta lagi leygardagin 17. februar 2019.Upptøkusamrøður við umsøkjararnar verða 20. februar 2020 í hølum hjá Reyða Krossi,
Bryggjubakka 10, Tórshavn.


Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðuni hjá Undirvísingarstýrinum www.uvs.fo, Reyða
Krossi www.reydikrossur.fo og Norrøna Felagnum í Føroyum www.norden.fo.
Tórshavn, 1. februar 2020
UWC Føroyar


02. apríl 2024
Ráðstevna um Nordplus í Føroyum
26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Nólsoyar skúla
26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Sumbiar skúla
18. mars 2024
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.