Tíðindi

29. januar 2020

Vegleiðingarstovan kring landið – kom og tosa um tínar framtíðarætlanir og vita hvørjirlestrar-, læru-, og arbeiðsmøguleikar og stuðulsviðurskifti eru!

Vegleiðingarstovan kring landið – kom og tosa um tínar framtíðarætlanir og vita hvørjirlestrar-, læru-, og arbeiðsmøguleikar og stuðulsviðurskifti eru!
Eitt av endamálunum hjá Vegleiðingarstovuni er at virka fyri, at lívlong vegleiðing verður ein partur av føroyska samfelagnum. Hetta inniber, at fólk í øllum aldri kunnu fáa vegleiðing til at menna seg útbúgvingarliga og starvsliga út frá tí støðu, hvør einstakur er í.

Vegleiðingarstovan fer undir eitt átak, sum vit nevna “Vegleiðingarstovan kring landið”, soleiðis at allir borgarar í føroyska samfelagnum fáa javnbjóðis atgongd til vegleiðing og fáa møguleikan at tosa við ein vegleiðara andlit til andlit. Tað kann mangan vera gott at hitta vegleiðaran, tí í samrøðuni spretta ofta nýggj hugskot, og soleiðis kann ein fáa meira burturúr vegleiðingini.

Vegleiðarar eru at hitta:

Hósdagin 30. januar 2020, kl 15 – 18:

Í Fuglafirði: Á bókasavninum: (vegleiðarar: Hanna Jensen og Maiken Skarðenni)

Við Streymin (Kommunuskrivstovan): Vegleiðarar Per Jacobsen og Nina B. Hansen

Í Vestmanna: Miðnámsskúlin: (vegleiðarar Hans Mikkelsen)

Í Vágum: Skúlin á Giljanesi: (vegleiðarar: Kristianna Mortansdóttir)

 

 

 

VEGLEIÐINGARSTOVAN, Hoydalsvegur 1, Tórshavn tlf. 200910 – vegleiding@uvs.fo


20. oktober 2025
Sálarfrøðingur til Sernám - barsilsstarv
15. oktober 2025
Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers
26. september 2025
Fólkaskúlin á Skúlaneti: øll børn hava nú sama trygga KT-net
18. september 2025
Fakligur samskipari til føroyskt sum annaðmál (farloyvisstarv)
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.