Tíðindi

09. mars 2020

Áheitan til skúlar

Í samband við Corona smittuna, er besta verjan gott reinføri. Danska Sundhedsstyrelsen hevur gjørt hesa vegleiðing:

 

Vaska hendurnar ofta og væl og brúka hondspritt
Hosta og njós í ermuna, ikki í hendurnar
Avmarka likamliga sambandi, t.d. við ikki at taka í lógvarnar á hvørjum øðrum
Hugsa um reinførið í skúlanum, at væl verður vaskað
Veri umhugsin, tá nógv eru savnað og hava tætt samband
 

Mælt verður til, at skúlaleiðslan javnan minnir starvsfólk og næmingar/lesandi á at taka ráðini til eftirtektar, eins og plakatir, ið heilsumyndugleikin hevur gjørt, eiga at vera settar upp. Hesar er m.a. at finna her:

 

Skúlar hava spurt seg fyri um morgunsangur ella aðrar størri samlingar av næmingum skulu avlýsast. Tað er ikki nøkur tilráðing frá heilsumyndugleikunum um at taka slík stig. Um skúlin heldur vil hava slíkar samlingar í minni bólkum, er sjálvsagt einki í vegin fyri tí.

 

Mint verður á at fylgja vegleiðingunum frá heilsumyndugleikunum, sum eru at finna her: og á heimasíðuni hjá landslæknanum

 

Um støðan broytist, ella aðrar tilráðingar koma frá heilsumyndugleikanum, verður kunnað um hetta beinanvegin.

 


20. oktober 2025
Sálarfrøðingur til Sernám - barsilsstarv
15. oktober 2025
Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers
26. september 2025
Fólkaskúlin á Skúlaneti: øll børn hava nú sama trygga KT-net
18. september 2025
Fakligur samskipari til føroyskt sum annaðmál (farloyvisstarv)
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.