Tíðindi

16. mars 2020

Aftur færri hava søkt inn á miðnám

Tá ið freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingarnar var úti á midnátt í gjár, vóru 919 umsóknir komnar inn. Hetta eru 91 umsóknir færri enn í fjør, ið er ein minking á 10 prosent. Eins og undanfarin ár eru tað fleiri gentur enn dreingir, ið søkja inn á miðnám. Í ár eiga genturnar 58 prosent av øllum umsóknunum, og tað er hægsta talið síðan 2015.

40 % av øllum umsøkjarunum vilja sleppa inn á hug- ella náttúrubreytina. Síðan 2015 eru gentur betri umboðaðar á øllum gymnasialu breytunum uttan á búskaparbreytini og tøknibreytini. Gentur hava eisini betri umboðan á heilsuútbúgvingunum. Dreingir eru hinvegin betri umboðaðir á yrkisútbúgvingunum og á serligu tilboðunum.

Síðan 2015 hevur talið á umsóknum verið í støðugari minking, til samans er talan um 301 færri umsóknir ella eina minking á 25 prosent.

Meðan gongdin á miðnámi hevur verið minkandi, er talið av lærusáttmálum hækkað við 91 í tíðarskeiðinum 2015-2019. Hetta svarar til ein vøkstur á 32 prosent.

Farið verður nú undir at viðgera umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar hósdagin 23. apríl 2020.

 

 


17. september 2026
Nýggj vitlíkisstrategi fyri undirvísingarverkið
04. september 2026
Undirvísingarstýrið stongt 7. september 2026
24. august 2026
Kunningar- og samskiftisfólk til Erasmus+
10. august 2026
Skúlastjóri til Skúlan við Løgmannabreyt
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar