Tíðindi

07. mai 2020

LÆRARASTØRV Í FÓLKASKÚLANUM

Í fólkaskúlanum verða bæði føst lærarastørv og tíðaravmarkað lærarastørv leys at søkja til næsta skúlaár. Føstu størvini og tíðaravmarkaðu størvini fyri 1 heilt skúlaár, verða sett frá 1. august 2020. Tíðaravmarkað lærarastarv verður sett fyri eitt skúlaár ella styttri, og eru tíðaravmarkað lærarastørv leys at søkja í flestu skúlum, meðan føst lærarastørv verða sett í hesum skúlum:

 

 

á Skúlatrøð, www.skulatrod.fo                                                    8 lærarastørv

                                                                          

Eiðis skúli, www.eidisskuli.fo                                                      1 lærarastarv

 

Fuglafjarðar skúli, www.ffs.fo                                                      5 lærarastørv

 

Hoyvíkar skúli, www.hoy.fo                                                         3 lærarastørv

 

Kaldbaks skúli                                                                             1 lærarastarv

 

Kollafjarðar skúli    www.kol.fo                                                    1 lærarastarv

 

Kvívíkar skúli, www.kvivikarskuli.fo                                             1 lærarastarv

 

Runavíkar Kommunuskúli, www.rks.fo                                        4 lærarastørv

 

Sandoyar Meginskúli, www.meginskulin.fo                                  2 lærarastørv

 

Sankta Frans skúli, www.sfs.fo                                                    1 lærarastarv

 

Skála skúli, www.skalaskuli.fo                                                     2 lærarastørv

 

Skúlin á Argjahamri, www.sah.fo                                                1 lærarastarv

 

Skúlin á Fløtum, www.saf.fo                                                       5 lærarastørv

 

Skúlin á Giljanesi www.sag.fo                                                    4 lærarastørv

 

Skúlin við Streymin www.svs.fo                                                 4 lærarastørv

 

Sørvágs skúli, www.sorvagsskuli.fo                                           2 lærarastørv

                                                                                                   

Tofta skúli, www.toftaskuli.fo                                                      1 lærarastarv

 

Tvøroyrar skúli, www.tvoroyrarskuli.fo                                       2 lærarastørv

 

Vestmanna skúli, www.vestmannaskuli.fo                                 1 lærarastarv

 

Viðareiðis skúli, www.vis.fo                                                        1 lærarastarv

  

 

                                                    

Tað er skúlastjórin í einstaka skúlanum, sum setur bæði fast og tíðaravmarkað lærarastarv. Størvini verða lýst leys á heimasíðunum hjá skúlunum, sum tygum finna á heimasíðuni hjá Undirvísingarstýrinum, www.uvs.fo, undir fólkaskúlanum. Nærri lýsing av størvunum og umsóknarfreist er at síggja á heimasíðunum hjá skúlunum.

 

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið og verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum sett/settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

 

Um tygum ynskja fleiri upplýsingar um størvini, verður heitt á tygum um at seta tygum í samband við leiðslu skúlans.


11. juni 2025
Skúlastjóri á Fossánesi
10. juni 2025
Einalærari í Haraldssunds skúla
05. juni 2025
Kunningarfundir fyri tilflytarar
03. juni 2025
Skúlastjóri til Velbastaðar skúla
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.