Tíðindi

14. juli 2020

Vegleiðingarstovan søkir eftir vegleiðara

 

Hevur tú hugsjónir um, hvussu skipan við lívlangari vegleiðing skal virka og mennast, og ert tú til reiðar at standa á odda fyri arbeiðinum í Vegleiðingarstovuni?

 

Vegleiðingarstovan hevur nú eitt ár á baki, og kemur tú í starvinum at standa á odda at fremja og menna ta kós, ið sett er út í kortið.  Vegleiðingarstovan hevur ábyrgd av at samskipa útbúgvingar- og yrkisvegleiðing í Føroyum. Gongst eftir vild, kemur Vegleiðingarstovan at hava virknan leiklut í vegleiðingini í samband við málundirvísing til útlendingar í Føroyum.

 

 

Starvið

Høvuðsuppgávurnar eru:

• at samskipa og menna lívlanga vegleiðingarskipan í Føroyum og tryggja, at hon røkkur um alt landið

• at tryggja samanhang og dygd í vegleiðingini frá fólkaskúla og frameftir 

• at røkja vegleiðingaruppgávur í samband við verkætlanina “Føroyskt sum annað mál, vaksin” – treytað av

   íverksetan og fígging.

• at standa á odda fyri dagliga virkseminum í Vegleiðingarstovuni

• at gera uppskot um skipað samstarv við skúlar, stovnar, myndugleikar, arbeiðsmarknað og vinnulív

• at vegleiða um útbúgvingar- og yrkismøguleikar, um møgulig karrieruskift og førleikamenning

• at fremja talgildar loysnir á vegleiðingarøkinum

• at skipa fyri kunnandi átøkum

• at ráðgeva skúlum, stovnum, myndugleikum, arbeiðsmarknaði og vinnulívi

 

Førleikakrøv 

Rætti umsøkjarin hevur útbúgving sum útbúgvingar- og yrkisvegleiðari ella aðra viðkomandi útbúgving. Royndir við at vegleiða frá t.d. fólkaskúla, miðnámsskúla, fróðskaparsetri ella líknandi starvsstaði, er ein fyrimunur.

 

Harumframt vænta vit, at tú:

• hevur kandidat- ella masterútbúgving frá hægri lærustovni

• hevur góð evni at samstarva

• dugir at bera uppgávur á mál 

• hevur góð evni at skipa arbeiðið

• ert tænastusinnað/-ur

• dugir at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum

 

 

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt og spennandi starv, har tú fært stóra ávirkan á, hvussu dagliga virksemið verður skipað. Talan er um eitt starv, ið ber í sær nógv samskifti.

Tú ert partur av starvsfólkahópinum í Undirvísingarstýrinum og við í vegleiðingartoyminum.

 

Setanar- og lønartreytir 
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

 

Umsóknarfreistin er 5. august 2020 kl. 12.00. Starvið verður at seta 1. oktober 2020 ella skjótast gjørligt.

 

 

Umsókn 

Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:

 

Undirvísingarstýrið

Hoyvíksvegur 72

100 Tórshavn 
ella t-post undirvising@uvs.fo

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Hjalmar Hansen, stjóra í Undirvísingarstýrinum, tel. 555045.

 

 


22. mai 2026
Skúlastjóri til Skúlan við Løgmannabreyt
21. mai 2026
LÆRARASTØRV Í FÓLKASKÚLANUM
20. mai 2026
Skúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu
13. mai 2026
Skúlastjóri til Porkeris skúla - farloyvisstarv
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar