Tíðindi

12. august 2020

Skúlin byrjar aftur 18. august 2020

7.231 næmingar eru í fólkaskúlanum í ár.

Týsdagin 18. August fara 7.231 børn í skúla. Tað eru 6.994 sum fara í fólkaskúla og 237 fara í forskúla.

Tað eru 44 skúlar sum taka ímóti børnunum. Størstu skúlarnir eru skúlin á Fløtum við 752 næmingum og skúlin á Skúlatrøð við 719 næmingum. Sjey skúlar hava færri enn 10 næmingar.

Tað fara 718 børn í fyrsta flokk í ár. Tað er í høvuðsheitum børn fødd í 2013 sum nú fara í skúla. Tað vóru 626 børn fødd ta árið, men nú sjey ár seinni eru tey 70 fleiri. Orsøkin er at nógv eru flutt til Føroyar seinastu árini. Fyrsti flokkur byrjar í 40 skúlum í ár.

Av teimum 6.994 næmingunum í fókaskúlanum ganga 6.800 í fólkaskúlanum og 194 í frískúlum. Býtið er áleið at 97% ganga í fólkaskúlanum og 3% í frískúlum.

Seinnu árini eru serflokkar stovnaðir. Í hesum skúlaárinum verða tað 143 næmingar sum ganga í serflokkum.  Frá 2005 til 2016 vóru tað umleið 30 næmingar í serflokkum, men hetta er nú vaksið til 143 næmingar.


04. september 2026
Undirvísingarstýrið stongt 7. september 2026
24. august 2026
Kunningar- og samskiftisfólk til Erasmus+
10. august 2026
Skúlastjóri til Skúlan við Løgmannabreyt
12. juli 2026
Summarfrí frá 13. juli til 5. august
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar