Tíðindi

20. september 2020

Koronasmitta staðfest á tveimum skúlum

Landslæknin hevur í dag boðað frá, at ein familja í Havn er vorðin smittað við Covid19. Børn teirra ganga á Glasi, einum fólkaskúla og einum barnaansingarstovni í Tórshavnar kommunu. Við tað, at Landslæknin ikki er greiður yvir, hvaðani smittan stavar, og um hon hevur spjatt seg, er eitt úrval undir Mentamálaráðum í dag komið til ta niðurstøðu, at allir næmingar á Glasi, fýra flokkar í fólkaskúlanum og teirra lærarar og børnini og starvsfólk í barnagarðinum eiga at verða kannað fyri Coronasmittu  í dag, sunnudag, og so aftur mikudagin. Øll tey kannaður eiga at vera við hús, til onnur kanningin mikudagin er negativ. Nærri boð koma frá stovnunum beinleiðis til teirra, sum skulu koma til kanningar. 

Uppdatering:

Vísandi til tíðindini í Kringvarpinum í kvøld, sunnukvøld, vil Undirvísingarstýrið nágreina, at tey, sum skulu kannast fyri Korona sum skjótast og verða heima, til tey hava fingið svar upp á kanning, sum aftur verður gjørd mikudagin, eru allir næmingar og lærarar á Glasi, næmingar í fýra flokkum í Skúlanum á Fløtum, sum ganga á Ítróttarrásini, sum heldur til í Gundadali og teirra lærarar. Talan er sostatt ikki um allar næmingar í Skúlanum á Fløtum

Hava tit ítøkiligar spurningar hesum viðvíkjandi, kunnu tit seta tykkum í samband við leiðsluna á viðkomandi skúla.

 


03. september 2025
Málsviðgeri til Studna
28. august 2025
Skúlastjóri i Sumba
07. august 2025
Nýggj, dagførd námsætlan fyri føroyskt sum annaðmál
09. juli 2025
Summarfrí
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.