Tíðindi

27. oktober 2020

Studni partur av nýggja Vanganum

 

Føroyingar fáa nú sín egna talgilda samleika og við honum atgongd til nýggja Vangan, ið savnar alskyns tænastur á einum staði.

Samleikin er talgild innritan og undirskrift, ið lýkur altjóða krøv um talgildar samleikar. Vangin er nýggjur tænastuportalur, har føroyingar kunnu avgreiða síni egnu persónligu viðurskifti tryggari, lættari og skjótari.

Studni er partur av nýggja Vanganum, har tað í fyrstu atløgu verður møguligt at søkja um lestrarstuðul til útbúgvingar í Føroyum og um ferðastuðul millum lond.

Harumframt ber til at síggja allar tínar lánsupplýsingar t.e. skuld, inngjøld og rentur v.m.

Arbeitt verður við at talgilda øll umsóknarbløðini hjá Studna, soleiðis at tað skjótt eisini verður møguligt at søkja um lestrarstuðul til lestur uttan fyri Norðurlond, verkætlanarstudning, barnsburðarfarloyvi og lestrarlán á Vanganum.

Við Vanganum verður munandi lættari hjá umsøkjarum at søkja lestrarstuðul og avgreiðslutíðin verður stytt. 


17. september 2026
Nýggj vitlíkisstrategi fyri undirvísingarverkið
04. september 2026
Undirvísingarstýrið stongt 7. september 2026
24. august 2026
Kunningar- og samskiftisfólk til Erasmus+
10. august 2026
Skúlastjóri til Skúlan við Løgmannabreyt
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar