Tíðindi

07. desember 2020

Starvsfólk til dagligt rakstrar- og viðlíkahaldsarbeiði í Námi og Undirvísingarstýrinum

Nám og Undirvísingarstýrið sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til setanar 1. februar 2021.

Dámar tær fjølbroyttar og spennandi arbeiðsuppgávur? Send so eina umsókn.

Dagliga rakstrar- og viðlíkahaldsarbeiðið innan- og uttanhýsis á Hoyvíksvegi 72 og Hoydalsvegi 1, umfatar millum annað:

·      viðlíkahaldsuppgávur

·      rudding

·      vaktarhald

·      flagging

·      salting

·      og útinna mongu ymisku uppgávurnar, ið stinga seg upp í bygningunum.

Førleikakrøv

Tað er ikki eitt krav at vera faklærd/-ur, men tað er ein fyrimunur at hava útbúgving sum handverkari, t.d. innan timbur ella el.

Vit vænta, at tú ert skyldurøkin, og kunnu afturfyri bjóða eitt gott og spennandi arbeiðspláss við góðum felagsskapi, har vit raðfesta tað góða samstarvið høgt.

Setanarviðurskifti

Starvsfólkið verður starvssett í Námi, men arbeiðsstaðurin er bæði Nám og Undirvísingarstýrið. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Løn og aðrar treytir vera sambært sáttmála við avvarandi arbeiðara- ella handverkarafelag

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á tel. 555 150 ella við teldupost á eydun@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin tann 3. januar 2021 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.

 

 

 

 


02. apríl 2024
Ráðstevna um Nordplus í Føroyum
26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Nólsoyar skúla
26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Sumbiar skúla
18. mars 2024
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.